Lítið hugaligt

Øssur Hansen ásannar, at støðan á Toftum er alt annað enn góð í lotuni, men framvegis roynir B68 at arbeiða seg úr trupulleikunum

Fótbóltsprát

Tað er einki at siga til, at fótbóltslagið á Toftum er í botni. Tvey stig í 13 dystum er úrtøkan higartil, og tað hevur við sær, at annars so stinnu toftamenninir eru í ovurstórum vanda fyri at missa sessin í deildini. Nakað sum leikararnir eisini sjálvir ásanna.
- Tað er sum so einki at siga um støðuna. Hana kanst tú lesa á stigatalvuni, sigur veteranurin á liðnum, Øssur Hansen, tá vit fregnast, hvørt leikararnir á liðnum framvegis hava eina vón um, at tað skal bera til at vinna á niðurflytingarspøkilsinum.
- Trúnna hava vit tó framvegis, men nú má ferð koma á hjá okkum. Vit mugu til at vinna nakrar dystir ? helst longu næstuferð, tá HB vitjar. Vit kunnu í øllum førum ikki bara ganga og vóna, at ÍF skal halda á fram at tapa, og hartil skulu helst hava munin niður á tvey stig, áðrenn vit tann 19. september eiga heimadyst móti teimum.

Nógvar orsøkir
Sjálvur hevur Øssur verið partur av B68-liðnum í drúgt áramál. Fyrsti dysturin var longu í 1987, og tó at steðgir eisini hava verið í øðrum feløgum, so er einki at ivast í, at hann er toftamaður.
Flestu av árunum hevur tað eisini verið so, at B68 hevur togast fram móti oddinum, og tí er støðan kanska eyka trupul, nú mótgongdin av álvara hevur tikið til.
- Tað sigur seg sjálvt. Ikki minst í mun til árið í fjør, tá mest sum alt gekk eftir vild, men tað hevur so eisini sínar orsøkir.
- Vit høvdu nógva frágongd í fjør, og so hava vit avgjørt ikki verið hepnir á nakran hátt, heldur Øssur.
Beint sum árið byrjaði, mistu vit kanska týdningarmesta leikaran í málverja okkara. Tilgongdina, sum vit fingu í Mikkjaldi Thomassen og Herbert í Lon, hava vit kent lítið til vegna skaðar, og eitt nú varð steðgurin hjá Brynjálvi Nielsen ikki so drúgvur, samstundis sum eisini Súni Fríði Barbá fór úr hópinum.
Leiðslan hevur so arbeitt við øðrum møguleikum, men tað er altíð trupult, tá leikarar koma mitt í einum ári, og enn hevur tað bara ikki riggað nóg væl, staðfestir Øssur.

Framgongd at hóma
Mitt í allari neyðini, so dugir hann tó kortini at síggja nakrar glottar í avrikunum hjá liðnum.
- Tapini hesar seinastu dystirnar hava í øllum førum ikki verið av sama slag. Vit hava verið betri við í spælinum, men hinvegin hava vit so framt nøkur dýr persónlig mistøk. Megna vit at fáa hesi burtur, so eiga vit at hava møguleikan. Skála hevur jú tvey ár á rað prógva, at tað ber til, so hjá okkum ræður bara um at arbeiða hart, og annars trúgva upp á uppgávuna, sigur altso Øssur Hansen at enda.