Bara trý fólk teknaðu seg til at lurta eftir fyrilestri hjá fyrrverandi forsætisráðharrafrúuni Anne Mette Rasmussen í Nuuk Fyrrverandi danska forsætisráðharrafrúan Anne Mette Rasmussen er eftir øllum at døma ikki so væl umtókt millum grønlendingar sum millum danir, har tey flestu fara at minnast hana fyri luttøkuna í sjónvarpssendingini Vild med dans.
Eftir mætlanini skuldi Anne Mette Rasmussen halda fyrilestur á Hotel Hans Egede í Nuuk seinasta vikuskiftið, men tiltakið bleiv avlýst. Men hóast tiltakið eisini umfataði ein góðan døgurða, mátti tað avlýsast, tí tá tilmeldingarfreistin var úti, høvdu bara trý fólk teknað seg, sigur kringvarpið KNR.
Anne Mette Rasmussen var longu komin til Grønlands, tá tiltakið bleiv avlýst. Hon kom aftur til Danmarkar í gjár.