Í vikuni, sum stundar til, væntar Fiskamarknaður Føroya í mesta lagi trý línuskip inn at landa.
Eitt línuskip fiskar tosk og hýsu, og eitt fiskar kalva. Síðan er eitt línuskip undir Íslandi, ið fiskar tosk, hýsu brosmu og longu.
- Haraftrat er eitt línuskip ávegis yvir á Flemmish Kap, eitt á veg til Eysturgrønland, og eitt er á veg til Íslands. Hesi skipini koma ikki inn at landa í vikuni.
Í sínum metingum fyri næstu viku, segði Fiskamarknaður Føroya fríggjadagin, at væntandi fara fleiri línuskip út hetta vikuskiftið, og helst fara fleiri til Íslands at royna.
Sum vikan gongur, verður streymurin harður, og veðurútlitini fyri vikuna, sum stundar til, eru heldur ivasom.
- Tí verður ikki roknað við nógvum útróðri teir næstu dagarnar, sigur Fiskamarknaður Føroya í sínum metingum.