Lítil vøkstur í bilasøluni

Hagtølini hjá Akstovuni vísa, at sølan av nýggjum persónbilum er vaksin nakað í mun til fimm teir fyrstu mánaðirnar í fjør. Nú fimm teir fyrstu mánaðirnir eru farnir av 2011, vísa hagtølini hjá Akstovuni at í ár eru seldir 351 persónbilar í mun til 327 í fjør. Mai mánaði er eitt sindur betur enn í fjør við 106 persónbilum í mun til 85 í fjør. Sølan av vørubilum er vaksin við 29 prosentum frá 31 til 40 bilar. Tølini vísa, at fýra bussar og 10 hýruvognar eru seldir higartil í ár. Samlaði vøksturin av nýggjum akførum er 14,5 prosent.