Lítil virðing fyri hvørjum øðrum í kjaki

Kjakmentanin er í fokus í Miðlahúsinum komandi vikurnar. Sí viðmerkingarnar, sum føroyingar skriva á in.fo.

Kjakmentanin er í fokus í Miðlahúsinum komandi vikurnar. Sí viðmerkingarnar, sum føroyingar skriva á in.fo, í Vikuskiftis Sosialinum. 

 

Sosialurin varpar ljós á kjakmentan millum annað tí, at dagliga verða heldur hvassar viðmerkingar lagdar á okkara tíðindaportali in.fo, og hesar geva orsøk til at viðgerða almenna tónan, tá ið umræður ávís evni. 

 

Eitt nú vísa viðmerkingar á in.fo, at serstakliga fýra yvirskipað evni fáa blóðið í kók hjá fleiri viðmerkjarum. Hesi eru grindadráp, fíggjarviðurskifti til dømis lønarviðurskifti í Føroyum, samkynd og útlendingar.

 

Í Sosialinum mánadagin kanst tú eisini lesa meira um evnið.