Lættari at gera íløgur í Kina

Myndugleikarnir í Kina hava gjørt tað eitt sindur meiri hugaligt hjá útlendingum at gera íløgur í har. Ein høvuðsbroyting er, at nú kunnu útlendingar eiga upp í 30 prosent í einum kinesiskum felagi. Undan broytingini var markið 20 prosent.

Tann nýggja reglan ger tað lættari hjá útlendskum íleggjarum at fáa fótin fyri seg í Kina og at fáa fótafesti á tí kinesiska marknaðinum, skrivar AFP.

Eygleiðarar siga, at tað er minking í tí kinesiska búskaparvøkstrinum, sum hevur fingið myndugleikarnar í Beijing at stuðla upp undir tann útlendska íløguhugin. Í øðrum ársfjórðingi í var búskaparvøksturin 7,6 prosent, sum er tað minsta í meiri enn trý ár.

Ein avleiðing er, at støðugt fleiri útlendskar fyritøkur sleppa at gera íløgur í Kina. Teir fyrstu seks mánaðirnar í ár fingu 37 útlendskir íleggjarar loyvi til at gera íløgur í Kina. Alt árið í fjør góvu myndugleikarnir 29 slík loyvi.