SAMFERÐSLA: Líka so víst sum veðrið er til vildar til ein góðan fjallatúr, leita í hópatali av fólkum sær ein túr niðan á hægsta fjall okkara, Slættaratind.
Ein trupulleiki hevur verið, at tað hevur gingið heldur illa hjá øllum at fáa sett bilin frá sær á nøktandi hátt her á Eiðisskarði, áðrenn lagt verður til brots niðan brekkuna, upp til teir 882 metrarnar á toppinum.
Men í fjør fóru menn hjá Landsverki undir at víðka um møguleikan at parkera bilin við hetta væl umtókta útferðarmálið, og tey sum síðani hava verið ella ætla sær at fara higar kunnu við egnum eygum staðfesta bøttu umstøðurnar hjá teim ferðandi.
Parkeringsøkið er gjørt soleiðis, at eisini vanligir bussar kunnu standa parkeraðir har, uttan at koma út á vegin.
Játtanin á fíggjarlógini til at fremja hetta arbeiðið var í fjør 500.000 krónur. Hon var somuleiðis nýtt til at gera ábøtur á vegin um Eiðisskarð, so umstøðurnar at møtast gjørdust betri. Nú er lagaligari hjá størri akførum at nýta vegin, eins og fleiri møtipláss og ábøtur í svingum eru gjørd.
Lagt verður aftrat, at Landsverk hevur somuleiðis valt at raðfesta hesar ábøturnar av teirri einfaldu orsøk, at vegurin um Eiðisskarð er tilbúgvingarvegur, tá Norðskálatunnilin er stongdur.
Farleiðin er somuleiðis ein sokallað sóljuleið fyri ferðafólk, ið er heitið fyri nakrar av teimum náttúruvøkru farleiðunum í Føroyum.