Ætlanin hjá kommununi er stutt sagt, at veita teimum eldru borgarunum tær bestu umstøðurnar til seinasta partin av lívi teirra.
Fígging er longu fingin til raksturin av einum sambýli í Sørvági. Ætlanin er at gera ein praktiskan bygning við íalt 10 íbúðum.
Tað serstaka við ætlanini er, at hetta sambýlið skal byggjast niðri í tí gamla partinum av bygdini.
Her standa í løtuni fleiri gomul hús, har eingin býr í. Kommunan hevur keypt fleiri teirra, og er ætlanin ístaðin at leggja sambýlið á hesum staði.
- Vit miða eftir at taka fyrstu húsini niður beint eftir jól, sigur borgarstjórin.
Verður sambýlið, sum ætlað, lagt á hesum staði verður tað mitt í bygdini. Higani er stuttur vegur bæði til handils, peningastovn, posthús, kommunuskrivstovu og annað.
Ein fyrimynd
Frammanundan hesum er gjørt eitt stórt fyrireikingararbeiði í kommununi – og verður tað framvegis gjørt.
Trivnaðarnevndin í kommununi fer eisini í komandi ári at arbeiða víðari við ætlanini, sum byggir á tekningar hjá arkitektinum, Árna Winther.
Talan er ikki um smávegis arbeiði, tí støða skal veruliga takast til nógvar sera ymiskar og víttfevndar spurningar í hesum máli:
Skulu fólk kunnu keypa eina íbúð, leiga hana ella koma við innskotum? Skal kommunan eiga sambýlið, ella skal ein grunnur setast á stovn at reka tað? Hvussu við starvsfólki? Eingin ivi er um, at støða skal takast til mangar aðrar spurningar aftrat hesum.
Her er veruliga lagt upp til eina spennandi og nýhugsaða ætlan, sum sjálvt landsstýrismaðurin í almannamálum hevur víst áhuga.
Eitt modell av ætlaða sambýlinum varð víst fram á eini ráðstevnu um eldraøkið í Norðurlandahúsinum fyrr í vetur.
Her høvdu mong á orði, m.a. Hans Pauli Strøm sjálvur, at henda ætlanin kundi gerast ein fyrimynd fyri framtíðar útbygging á økinum.
Spennandi verður, hvørja støðu kommunan at enda kemur til. Í øllum førum greitt, at tey eldru í bygdini hava gott í væntu.