Stjórin í Lív sigur, at fleiri av íløgunum, sum felagið hevur gjørt í føroyskt vinnulív, hava givið góð avkøst og hava enntá rindað seg upp til fleiri ferðir aftur. Seinasta fríggjadag skipaði Eysturoyar Vinnulívsfelag fyri vinnutingi, sum felagið hesaferð helt á Vónini í Fuglafirði.
Tríggjar framløgur vóru hendan seinnapart.
Hjalmar Petersen, stjóri á Vónini, greiddi frá, hvussu fyritøkan, sum byrjaði við nøkrum fáum monnum í Fuglafirði fyri umleið 40 árum síðan, í dag hevur ein samlaðan umsetning saman við norska felagnum RFG upp á 320 miljónir krónur.
Tað var annars í fjør, at Vónin og RFG í Noregi løgdu saman, og í dag telist samlaða samtakið millum størstu útbjóðarar av trolreiðskapi í Norðuratlantshavi.
Á vinnutinginum greiddi Tummas Eliasen, stjóri í Lív og í íløgufelagnum Royndini frá eftirlønartryggingum og um pensjónskapital í vinnulívi.
Hann segði, at Lív í dag umsitir 2,8 miljardir krónur í pensjónskapitali, harav 1,4 miljardir krónur standa í donskum lánsbrøvum, 20% í partabrøvum og 10% í øðrum.
Tummas Eliasen segði, at Lív hevur møguleikan at seta meira pening í føroyskt vinnulív, og sum er fara umleið 2% av íløgunum til vinnulívsfígging.
Stjórin vísti á, at fleiri av íløgunum í vinnulív hava givið góð avkøst og hava enntá rindað seg upp til fleiri ferðir aftur.
- Eitt pensjóntryggingarfelag eigur sjálvandi altíð at royna at tryggja sær, at íløgur eru tryggar, samstundis, sum tær geva størst møguligt avkast, segði hann.
Páll Isholm, deildarstjóri og komandi blaðstjóri, greiddi frá verkætlanini við einum nýggjum vinnublað, sum fer at kallast Vinnan. Tað er Sansir, ið fara at standa sum útgevarar av blaðnum.