Lív fer á Roskilde Festival

vit hava spurgt ymsar føroyingar, hvat teir ætla sær at gera í summar. Lív Mikkelsen, sum lesur á RUC, ætlar sær á Roskilde Festival, áðrenn hon kemur heim til Føroya at halda summarfrí

Navn: Lív Mikkelsen

Bústaður: Oyrasundskollegie

Aldur: 23

Starv: Lesi sosialvísindi á RUC

Frítíðarítriv: kórsangur, fótbóltur og annað


Nær fært tú summarfrí í ár? Vit skulu verja verkætlan tann 28. juni, og aftaná tað havi eg summarfrí


Hvussu fert tú at halda summarfrítíðina? Eg fari fyrst á Roskilde Festival, og so fari eg heim til Føroyar at vitja familjuna, njóta føroyska summarið, tí frísku luftina og kanska at hoyggja.


Hví hevur tú valt at gera júst hetta? Eg fari á Roskilde Festival, tí at eg gleði meg til at hugna mær saman við nøkrum vinkonum. Tað er langt síðani vit hava “hildið feriu” saman, og so verður tað deiligt at taka okkum av løttum í tí vónandi góða veðrinum. Harafturat skal eg sjálvandi lurta eftir nógvum góðum tónleiki. Eg gleði meg eisini nógv at sleppa heim til Føroyar at síggja foreldrini og familjuna.


Plagar tú at ferðast uttanlands um summarið? Ja, eg havi verið og ferðast okkurt summar. Fyri trimum árum síðani var eg m.a. á Interrail í Evropa.


Plagar tú at ferðast í Føroyum um summarið? Familjan hjá mær býr ymsa staðni í Føroyum. Hetta er deiligt, tí so kemur man eitt sindur runt í landinum.


Ferðast tú hinar árstíðirnar? Ikki so nógv, men á páskum var eg ein lítlan túr í Stockholm.


Lýs summarið við fimm orðum? Hiti, gleði, ljós, lukturin av nýsliðnum grasi, áartutl


Hvat er títt dreymaferðamál? Ringur spurningur, tí eg kundi hugsa mær at fari nógva staðni. Bæði har tað er stórsligin náttúra, men eisini støð við øðrvísi hugsunarhátti og samfelagsbygnaði enn vit hava í Føroyum og Danmark.