Tiltøk
Lítið man vera at ivast í, at komandi mai mánaði verður rættiliga lívligur í Vestmanna. Tí, tá verður bæði sølustevna og bátastevna í bygdini. Sølustevnan verður í døgunum, 2. , 3. og 4. mai og bátastevnan, sum ber heitið ?Kjalarvatn?, verður, 14. mai.
Tey, sum skipa fyri hesum báðum tiltøkunum, sum rættiliga fara at merkja bygdina hesar dagarnar í mai, eru Vestmanna Kirkjukór og Vestmanna Ítróttarfelag.
Umboða bygdina
Stigtakararnir siga, at samanlagt umboða Kirkjukórið og VÍF bygdina ógvuliga væl. Kirkjukórið er mannað við umleið 40 konum og gentum, og kórið hevur verið rættiliga virkið seinastu árini. Áhugin fyri at syngja er stórur, og tað er Erla Olsen, sum stjórnar Kirkjukórinum í Vestmanna.
Taka vit VÍF, so er hetta eitt av teimum stóru ítróttarfeløgunum í landinum við liðum í flestu hondbóltsdeildum. Felagið er eisini væl mannað í barnadeildunum í badminton og hevur haraftrat 3 virknar kappróðrarbátar, 10-mannafar, 6-mannafar og 4-mannafar. Felagið arbeiðir við at fáa nýtt 4-mannafar til komandi kappróðrarár og neystið, sum stendur í gerð, varð innilokað í summar.
Men tað kostar at reka eitt virkið felag, og tað kostar eisini at reka eitt virkið kirkjukór.
Eftir væleydnaðu konsertferðina hjá Kirkjukórinum í Íslandi seinasta summar, er ætlanin at fara til Álands at syngja við ikki færri enn 70 fólkum í ferðalagnum.
Óneyðugt er at siga, at eitt slíkt tiltak kostar nógvan pening, og ferðin skal fíggjast onkusvegna.
Tí standa bæði Kirkukórið og VÍF saman um tiltøkini, sum verða í mai mánaði komandi ár.
Keyps-og sølustevnan
Keyps-og sølustevnan í Ítróttarhøllini í Vestmanna, vikuskiftið 2.-4. mai, verður ætlandi eitt sindur øðrvísi enn aðrar slíkar stevnur. Hendan fer serliga at venda sær til børn, ung og kvinnur. Tey, ið fara at sýna fram, fara í stóran mun at hava barnaklæði, barnaútgerð, leikur og konufólkaklæði við sær. Ætlanin er eisini, at peningastovnar og tryggingarfeløg skulu upplýsa um barna-og ungdómsuppsparingar og tryggingar.
Á sølustevnuni verður eisini tombola, matsøla og onnur tiltøk fyri børn.
Fyrireikararnir siga, at longu nú tykist stórur áhugi vera fyri sølustevnuni, og í næstum verður innbjóðing send fyritøkum og handlum, sum kunnu hugsast at verða við.
Men av tí, at fyrireikararnir neyvan finna øll, sum kundu hugsað sær at verið við, kunnu fyritøkur og handlar longu nú gera vart við seg og boða frá luttøku hjá Jógvan Sigurd Poulsen (tlf. 264539) ella hjá Birgiri Waag Høgnesen (tlf. 221577).
?Kjalarvatn?
14. mai verður so eisini skipað fyri bátastevnuni, ?Kjalarvatn? og countrydansi í Vestmanna. Ætlanin er, at hetta verður eitt afturvendandi tiltak á hvørjum ári.
Í mai í ár skipaðu Undirhúsið og Vestmanna Ítróttarfelag fyri fyrstu ferð fyri hesi stevnu og fyrireikararnir og tey, sum vóru við á stevnuni, siga, at tiltakið eydnaðist sera væl.
- Nógvar áheitanir eru komnar um at royna tiltakið aftur komandi ár, siga
fyrireikararnir og leggja aftrat, at ætlanin er at gera meira burtur úr stevnuni hesaferð.
Sum skilst, ætla vestmeningar, at bátastevnan, ?Kjalarvatn?, skal bera brá av
eini bygdastevnu, ið skal verða fyri øll - bæði tey, sum hava áhuga fyri bátum og fólk, sum hava onnur áhugamál.
Fyrireikararnir siga, at meira verður at frætta um sølustevnuna og bátastevnuna í Vestmanna sum frá líður.