Lívæðrin í vegakervinum

ALMENT STARV. Á Maskinmiðstøðini norðanfyri Kollafjørð arbeiða einir 20 mans við at umvæla og viðlíkahalda maskinparkina hjá Landsverkfrøðinginum.

WRUMM! WRUMM! WRUMM!

Á landsvegnum strúka bilarnir aftur og fram. Persónbilar, bussar og lastbilar drøna framvið, so at skervur og asfalt fúka frá píkadekkunum.

Hvønn einasta minutt koyra næstan tveir bilar eftir landsvegnum millum Kollafjørð og Hósvík. Í ferðini eru tað helst tey fægstu sum geva sær stórvegis far um tann appelsingula bygningin, omanfyri landsvegin, skamt norðanfyri Kjalnestanga.


Eita ikki Landsfjós!


Hetta er Maskinmiðstøðin hjá Landsverksfrøðinginum. Millum manna betri kend sum Landsfjósið. Eitt navn, sum starvsfólkini kortini ikki vilja kennast við.Tá ið Sosialurin ringdi og spurdi um tað var Landsfjósið var svarið stutt og greitt "nei!", og so varð hornið lagt á.

Aðru ferð - tá ið vit spurdu eftir Maskinmiðstøðini - riggaði betri.

-Her á staðnum er tað at bannast, um tú kallar okkum fyri Landsfjós. Ið hvussu so er millum teir eldru mennirnar, smílist leiðarin á Maskinmiðstøðini, Niels Juul Kristiansen, tá ið hann tekur ímóti okkum á skrivstovu síni.


Minni virksemi


Flestøll akfør og flestar maskinur hjá Landsverkfrøðinginum koma á Maskinmiðstøðina. Eisini persónbilar og vøruvognar eins og aldu- og streymmátarar hjá stovninum.

Men kreppan hevur sett síni spor. Tá vega- og tunnilsgerðin steðgaði fyrst í 90-unum rakti tað eisini Maskinmiðstøðina.

-Tá ið eg byrjaði her fyri átta árum síðani vóru vit 32 mans. Nú eru vit bert stívliga 20, sigur Niels Juul Kristiansen.


Einki stress


Hendan dagin var ið hvussu so er ógvuliga friðaligt á verkstaðnum. Menn tóku sær góðar stundir at práta. Aðrir støðgaðu á og ballaðu sær eina sigarett meðan teir lýddu á samrøðuna. Einki stress.

Friðsælan kann tó eisini hava eina nattúrligu forkláring, tí virksemið hjá Landsfjósinum liggur lutvíst uttanfyri sjálvan verkstaðin. Brotnar ein asfalttrumla í Funningi ella ein kavaplógv í Skopun, verða smiðirnir nevniliga boðsendir beinanvegin. Landsfjósið ambætar øllum maskinum í Norðaru helvt av Eysturoynni, í Streymoynni, Vágum og Sandoynni. Hini økini í landinum hava sínar egnu økisverkstaðir.


Fløktar umvælingar


Í teirri stóru verkstaðarhøllini - hjartanum í Landsfjósinum - standa einar 10 maskinur. Her stendur ein nýmálað og ný sandblást gravkúgv. Ein gamal og slitin lastbilur treingir til eina bøtandi hond. Og í hinum endanum á høllinum verður arbeitt uppá eitt ljósaggregat, sum stendur inni í eini stórari bingju.

Við ein hvørvistein stendur ungi Gunnfríður Dahl-Olsen og brýnir ein meitil.

-Hugurin hevur altíð verið til at skrúva, sigur Gunnfríður, sum er í ferð við at skifta turbinuna á eini gravkúgv. Hann er lærligur og dámar væl hjá tí almenna.

-Tað góða við hesum arbeiðinum er, at tú sleppur at geva nógvar fløktar reparatiónir. Á einum bilverkstaði snýr tað seg bara um útstoyt, oljuskift og stoytdoyvarar.

Lærligalønin hjá Gunnfríði er 1.400 krónur um vikuna. Ein dáni í, at hann kundi hugsa sær tað vælløntu yvirtíðina, sum møguleikar eru fyri hjá tí privata.

-Her liggur arbeiðstíðin millum klokkan 8 og 5, slær tann ungi lærligurin fast, meðan neistarnir fúka um oyrini á honum.


Drama á hávetri


Tað er ikki minst á hávetri, at boð eru eftir teimum á Maskinmiðstøðini.

Tá ið kavastormarnir herja er umráðandi at maskinurnar fáa grivið millum bygda. Brotnar ein maskina ella skal slitstálið skiftast á eini kavaskuffu, eru snarboð eftir smiðunum.

-Hetta er tann mest dramatiska tíðin í okkara arbeiði, sigur leiðarin á Maskinmiðstøðini.

Niels Juul Kristiansen ivast stórliga í, um tænastan hevði verið eins góð um verkstaðurin var á privatum hondum. Ein privat fyritøka noyðist at hugsa um peningaliga vinningin, og tí hevði vandi verið fyri, at almennar uppgávur - so sum kavarudding - máttu víkt fyri øðrum meira lønandi uppgávum.

-Mann kann spyrja seg sjálvan hvat ið hevði hent um t.d. tvær ella tríggjar maskinur brotnaðu. Hevði ein privatur verkstaður so vilja átikið sær ta almennu uppgávuna fram um t.d. eitt trolspæl. Uppiløgudagar eru sum kunnugt dýrir, sigur Niels Juul, og rør harvið fram undir, at eitt privat Landsfjós hevði umhugsa støðuna væl og virðiliga áðrenn tað avsegði ein privata kunda.


20.000 eykalutir


Inni á eykalutagoymsluni situr Hergi Hádal.

Einaferð var Hergi pensioneraður. Men bara í eina viku. So vóru boð eftir honum, um at koma aftur í Landsfjósið, at røkja starvi sum leiðari á eykalutagoymsluni eina tíð afturat. Hann er 69 ár gamal.

Á eykalutagoymluni liggja okkurt um 20.000 eykalutir, sum Hergi og teir skjótt finna fram til við at trýsta á nakrar knøttar á telduni. Men tá ið maskinurnar brotna á landvegnum er mangan neyðugt at ringja uttanlands eftir serligum eykalutum.

Høvuðsleverandørur er Caterpillar, sum hevur høvuðsstøð í Belgia. Vanliga ganga 14 dagar til eykalutirnir eru frammi í Føroyum. Hevur tað bráskund kunnu eykalutirnir verða frammi eftir einum samdøgri.

-Eg eri eitt sovorið A-menniskja, so eg møti tíðiliga. Í morgun kom eg klokkan 6. Tú fært nógv av skafti, tá ið tú ikki alla tíðina verður órógvaður av telefon og telefaxi, sigur Hergi, sum longu hevði fingið fleiri bíleggingarnar frá hondini, tá hini komu til arbeiðis hendan morgunin.

Hergi heldur skil á hvat ið eykalutirnir verða brúktir til. Hetta so, at høvuðsbókhaldið kann staðfesta hvat, ið landsins pengar verða brúktir til.


Løn til tíðina


Mitt í maskinhøllini stendur Eyðbjørn Johansen og umvælir eina stóra hvíta Wirtgen-asfaltmaskinu. Á gólvinum liggur sjálvur motorblokkurin, sum teir hava skift út. Motorurin var í skeljasori.

Hjá Eyðbirni stóð valið millum Tórshavnar Skipasmiðju og Landsverksfrøðingin, tá ið hann skuldi velja sær lærupláss. Hann angrar ikki at hann valdi landið fram um Poul Mohr.

-Hetta er eitt gott arbeiðspláss. Fyrimunurin er at arbeiðið er so fjølbroytt. Vit gera allar umvælingar, líka frá hjólbørum til stórar gravkýr, dumparar og lastbilar, sigur maskinsmiðurin, sum heldur vil hava trygd fyri inntøkuni enn høga løn.

-Eg havi arbeitt hjá tí privata. Tað er ein stórur fyrimunur at tú veits, at tú fært tína løn. Um hon er eitt sindur minni enn á privata arbeiðsmarknaðinum ger minni. Bara hon kemur til tíðina, sigur Eyðbjørn, og tekur í skuggan á keppinum.


Ongan hjálm


Ungi sveinurin hevur ongan hjálm á høvdinum. Eins og teir flestu av hinum monnunum hevur hann valt at venda blinda eyga til ávaringarskeltini, sum krevja at starvsfólkini skulu hava hjálm á høvdinum.

Fyri nøkrum árum síðani fekk leiðarin á Landsmiðstøðini bót frá fútanum fyri brot á lógina um arbeiðsvernd. Niels Juul Kristiansen sigur, at hann hevur givið monnunum greið boð um at nýta hjálm, men tað gongur striltið, at fáa teir at akta.

Á verkstaðnum halda menn lógina vera órímiliga. Hjálmurin tarnar arbeiðinum, tá ið tú skalt inn í teir trongu krókarnar at skrúva, ljóðar niðurlagið.


Eingin dovin kroppur


67 ára gamli Olaf Petersen av Signabø stendur og arbeiðir uppá ein borivogn. Ein kompressari stendur beint við síðuna av. Hann hevur fingið nýggja olju og nýtt útstoyt.

Olaf er gamal í garði. Hann byrjaði hjá Landverksfrøðinginum í 1961. Sostatt minnist hann tíðina fyri 1979, tá ið verkstaðurin hjá Landverkfrøðinginum helt til í gomlu sildaoljufabrikkini hjá Christiani Holm-Jacobsen í Kollafirði.

-Tað var óarbeiðsligt. Ein fyribilsloysn. Tá vóru eingir kranar, so tað var ikki tað sama. Her eru allar greiðir, sigur hann so hugagóður.

Olaf vil ikki hava sitandi á sær, at hann er nakar dovin kroppur, fyri tað um hann arbeiðir hjá landinum.

-Eg havi sjálvur arbeitt hjá tí privata. Eg broyti ikki arbeiðslag fyri tað um eg fari at arbeiða hjá tí almenna, slær hann fast og fer í holt aftur við borivognin, sum skal til Suðuroyar.

Alt meðan bilarnir strúka framvið uttanfyri rútin, og slíka landsvegin upp.

WRUMM!WHUMM!WHRUMM!