Lívið hjá Sigrun er sett á bíðilista

Tað ringasta við at vera á listanum eru teir dagarnar, tá man hevur tað ordiliga keðiligt. Tá hugsar man, at man kanska ikki hevur tíð at bíða eftir teimum nýggju lungunum. At tað verður ov seint hjá mær. Tað sigur 26 ára gamla Sigrun Jóhansdóttir Bisp, ið er á bíðilista til at fáa nýggj lungu.

Í eini íbúð á føroyska sjúklingahotellinum Hotel Tórshavn í Eysturbrúgv í danska høvuðsstaðnum situr 26 ára gamla Sigrun Jóhansdóttir Bisp úr Kollafirði og bíðar. At bíða er hon von við, tí tað hevur hon gjørt síðan 24. apríl í ár og alt bendir á, at tað skal hon nokk gera næstu nógvu mánaðirnir.

Tí meðan ein stórur partur av føroyingum kenna hotellið í samband við sjúkraviðgerðir í Danmark, har neyðugt hevur verið at liggja nakrar nætur í danska høvuðsstaðnum, so er talan ikki um ein stuttan túr fyri Sigrun Jóhansdóttir Bisp. Sjúklingahotellið er nevniliga hennara nýggja fyribils heim, og hon veit ikki, hvussu leingi hon skal vera har. 

Les samrøðu við Sigrun, sum er í Vikuskiftis Sosialinum, sum kemur á gøtuna í dag.