Lívligt í Vágum um vikuskiftið

Fríggjadagin eru tvey ár liðin, síðan Vágatunnilin lat upp. Og hendan annan førðingardagin halda handlar, fyritøkur og feløg í Vágum saman við Vágatunlinum

Vágatunnilin fyllir tvey ár fríggjadagin og heldur dagin við at lata fólk koyra ókeypis gjøgnum tunnilin í eitt samdøgurð.
Hesum tilboði vóna vágafólk, at nógv fara at taka av. Serliga nógv, sum ætla sær vestur í Vágar hendan dagin. Og tey hava gjørt klárt í Vágum at taka í móti fólki.
Handlarnir í Vágum fara at hava opið líka til klokkan 23.00 fríggjakvøldið, siga tey á Kuningarstovuni í Vágum, sum er flutt úr Miðvági út á flogvøllin.
Eisini nonnur tiltøk verða í Vágum hendan dagin. Eitt nú verður cafékvøld i missiónshúsinum Libanon í Sørvági, har Magni Christiansen fer at syngja og signera nýggju jólafløgu sína. Eisini verður dramaframførsla og dansur at síggja. Og tey vitjandi fáa ein kaffimunn við vaflum afturvið. Bókaborð við góðum úrvali verður eisini at síggja í Libanon í Sørvági hetta kvøldið, siga tey á Kunningarstovuni.
Í Miðvági verður høvið at síggja jólastovuna gomlu húsunum í Jansagerði. Har er opið fríggjadagin og so báðar sunnudagarnar, sum eftir eru av adventini. Opið er frá klokkan 15.00 seinnapartin.
Tað er Miðvágs Fornminnisfelag, sum eigur húsini, og har ber til at síggja gamalt jólapynt og fáa sær ein kaffimunn við kleynum og rosinukøkum afturvið.
Jólastovan við Gil í Sørvági er eisini opin fríggjadagin. Tá letur upp klokkan 10.00 fyrrapartin og er opið til klokkan 22.00. Eisini er opið har sunnudagarnar í adventini. Tó tá frá kl. 16.00 til klokkan 20.00. har ber til at síggja hetta hugnaliga, væl pyntaða jólahúsið og fáa sær ein kaffimun við ymsum jólaligum afturvið.
Tá vit í seinastu viku skrivaðu um jólahúsið í Sørvági, gjørdu vit tíverri stigtakaranum til hetta tiltakið órætt. Tað skiltist á greinini, at tað er Sørvágs Kommuna, sum stendur fyri hesum fitta tiltakinum. Men so er ikki. Hóast Sørvágs Kommuna eigur húsið, er tað Vinjard Magnussen, sum eigur hugskotið og einsamallur hevur sett tað í verk.