Lívstryggingarskipanin hjá Føroya Arbeiðarafelag

Føroya Arbeiðarafelag skipaði í 2000 fyri felagslívstrygging fyri allar limir felagsins.

Hendan lívstryggingarskipan fevndi um:
útgjald við deyða,
útgjald í sambandi við hættisliga sjúku.

Lívstryggingarskipanin kom í gildi tann 1. mars 2000.

Talan var um eina rættuliga framkomna skipan, sum var tann fyrsta sum dekkaði útgjald í sambandi við hættisliga sjúku.

Seinni varð skipanin útbygd, soleiðis at hon eisini fevndi um útgjald í sambandi við hættisliga sjúku hjá børnum hjá limum okkara.

Vit arbeiða alsamt við at útbyggja lívstryggingarskipanina, og frá 1. juli 2002 hevur skipanin eisini fevnt um útgjald av ávísari upphædd, tá limir okkara fylla 67 ár (sokallað lokagjald).

Útgjald við 67 ára aldur

Tá ein slík nýggj skipan verður sett í verk, so er neyðugt at áseta ein ávísan dag, har skipanin skal verða galdandi frá.

Føroya Arbeiðarafelag valdi at seta skipanina í gildi frá 1. juli 2002, tí tá varð avtalan gjørd við tryggingarfelagið, um at hendan veiting eisini skuldi verða partur av tryggingaravtalu okkara.

Uttan mun til nær ein slík skipan kemur í gildi, so er tað altíð onkur sum heldur at hann/hon átti at fingið lut í hesum útgjaldi, tí greitt er, at tann limur sum fylti 67 ár tann 15. juni 2002 heldur at hann átti at komi við undir hesa skipan, men um vit høvdu valt at skipanin skuldi hava virkna afturút frá t.d. 1. januar 2002, so hevði tann limur, sum fylti 67 ár tann 30 desember 2001 við líka góðum rætti kunna víst á, at hann eisini átti at verið fevndur av skipanini.

Uttan mun til hvønn skeringsdag felagið velur, so er tað altíð onkur sum hevur kenslu av, at tað er órættvíst, at hann ella hon, sum fyllir 67 ár nakrar dagar frammanundan, ikki eisini er dekkaður av skipanini.

Tilber sjálvsagt ikki at seta í verk eina nýggja skipan, sum skal galda t.d. 5 ella 10 ár aftur í tíðina, og tí er neyðugt at áseta ein dag, har ein slík nýggj skipan skal fáa gildi, og uttan mun til hvønn dag felagið velur, so vil altíð onkur halda seg vera við skerdan lut. Øðrvísi kann tað ikki vera.


Blaðskriving tykist ikki at skilja millum eftirløn og lívstrygging

Eitt av bløðum okkara (Oyggjatíðindi) hevur tann 31. mars 2006 samrøðu við navngivnan persón, har yvirskriftin er Snýttur fyri FA-eftirløn.

Her tykist bland verða komið hugtøkini, tí persónurin sum hevur vent sær til nevnda blað hevur fingið alla sína eftirløn frá Eftirlønargrunni Føroya Arbeiðarafelags.
Ikki er lætt at fáa skil á hvørjar veruligu ábreiðslurnar eru hjá blaðnum og tí persóni, sum hevur vent sær til hetta blað, tí hesin persónur fylti 67 ár í desember 2001, t.v.s. áðrenn lívstryggingarskipan okkara varð víðkað til eisini at fevna um útgjald av lokaupphædd við 67 ára aldur.
Tann sum hevur vent sær til blaðið tykist ikki rættuliga at hava skilt, at um Føroya Arbeiðarafelag valdi at seta eina nýggja skipan í gildi í 2002, soleiðis at hendan skipan skuldi galda afturút, t.d. soleiðis at persónar, sum fyltu 67 ár innan 1. juli 2001 skulu fáa útgjald, so kundu teir limir, sum fyltu 67 ár innan 1. juli 2000 við líka góðum rætti kravt at fingið lokaupphædd útgoldna.
Tað er eisini púrasta misskilt, tá nevndi persónur í samrøðu við blaðið upp í saman nevnir prosent-gjøldini til eftirlønargrunnin hjá Føroya Arbeiðarafelag, og vísir á at hetta skuldi givið honum rætt at fáa útgoldna lokagjald, tí sum sagt so er nevnda lokagjald ikki partur av eftirlønargrunninum, men hinvegin er hetta ein partur av lívstryggingarskipan okkara. Talan er um tvær sjálvstøðugar skipanir.

Føroya Arbeiðarafelag hevur ikki gjørt missmun á limum felagsins
Allir limir í Føroya Arbeiðarafelag eru dekkaðir av lívstryggingarskipan okkara, og tá talan er um lokagjald, so eru galdandi ávísar treytir fyri hvussu leingi viðkomandi skal hava verið limur og hava starvast innan sáttmálaøki okkara.
Um vit (og onnur feløg) ikki høvdu krav um limaskap í ávíst áramál tá talan er um útgjald av lokagjaldi, so kundi persónur melda seg sum lim tá hann/hon var t.d. 65 ár, og soleiðis fingið lut í lokagjaldinum, uttan at hesin persónur hevði havt stórvegis samband við privata arbeiðsmarknaðin og tað vildi undirgrivið lívstryggingarskipan okkara.
Hetta eru alment galdandi reglur fyri allar limir okkara, og tí verður missmunur ikki gjørdur á limunum, tí allir limir verða viðgjørdir út frá teimum tryggingartreytum, sum galdandi eru.

Hvat er endamálið við slíkari blaðskriving?
Sama dag sum blaðið (Oyggjatíðindi) var farið til prentingar (hósdagin 30.mars) fingu vit í Føroya Arbeiðarafelag teldubræv frá blaðstjóranum, við fyrispurningi um vit høvdu viðmerkingar til greinina. Vit høvdu sostatt ikki møguleikar at vísa blaðstjóranum á faktuellu skeivleikarnar í blaðgreinini, áðrenn hon fór til prentingar, og tá blaðstjórin ikki tykist hava havt áhuga í at fáa okkara viðmerkingar áðrenn blaðgreinin varð sett í blaðið, so meta vit ikki tað tænir nøkrum endamáli at fara út í blaðkjak um nevnda lokagjald.

Vit síggja nú, at sama blað setir spurnartekin við skattligu viðgerðina av útgjøldunum frá lívstryggingarskipan okkara.

Vit hava varhugan av, hvør upphavsmaðurin er til hesar illgitingar, men vit fara heldur ikki út í nakað blaðkjak um nevndu spurningar, tí felag okkara hevur einki at fjala, tí lívstryggingarskipan okkara er undir sama eftirliti sum aðrar lívstryggingarskipanir.
Tórshavn, 6. apríl 2006