- Skapanarverkið er so fantastiskt, og tað er okkara uppgáva at fara væl um og ikki niðurbróta verkið. Tað er okkara ábyrgd at verja jørðina, og vit kunnu øll gera mun við okkara íkasti. Hugburðurin millum fólk - og serliga millum børn og ung - er broyttur. Yngra ættarliðið er bevíst um, at vit mugu verja náttúruna, og eg ivist onga løtu í, at tað verða børn og ung, sum eru í dag, ið fara at broyta heimin til tað betra.
Tað sigur Finnbogi Joensen í Vestmanna, sum í ein mansaldur hevur starvast til frama fyri vøkstur um umhvørvi. Saman við børnunum í Vestmanna hevur hann verið drívmegin aftan fyri viðarlundina, sum øll fegnast um í dag, og sum hevur meira enn 30 ár á baki. Men, Finnbogi er ikki bara kendur, sum "grøni" maðurin í Vestmanna. Hann er eisini kendur kring um Føroyaland fyri sín ómetaliga stóra áhuga fyri náttúru, umhvørvi og vøkstri.
Í 22 ár var hann í starvi hjá Vestmanna kommunu sum umsjónarmaður. Síðan var starvið hjá honum í eini 12 ár at vera “grøni” maðurin í kommununi, sum tað hevur verið rópt, og síðan hann gavst í føstum starvi vegna aldur, nú hann næstu ferð fyllir 73 ár, passar hann viðarlundina oman fyri skúlan og ítróttarhøllina, sum hann sjálvur hevur lagt lunnar undir og hevur brúkt ein stóran part av lívi sínum.
##med2##
Áðrenn hin 9. mai í 1990, tá arbeiði at gróðurseta trø byrjaði, var einki, sum kundi kallast viðarlund í Vestmanna, og heilt frá byrjan hevur hann dugað at fingið børnini við í hetta arbeiði, soleiðis at flestu í kommununi í dag kenna seg at eiga lut í hugnaligu viðarlundini, sum er eitt stórt prýði fyri bygdina. Tað er neyvan at taka munnin ov fullan at siga, at uttan Finnboga Joensen, sum primusmotori og samskipara av hesum velduga arbeiði, hevði eingin viðarlund verið í Vestmanna í dag.
- Tað er stuttligt at hava gjørt hetta saman við børnunum og soleiðis okkara eftirkomarum, har trø í viðarlundini í nógv ár vórðu skrásett sum ognarbræv hjá næmingunum. Í dag eru størstu trøini í viðarlundini einar 10-12 metrar høg. Vit byrjaðu við 3000 fermetrum, og nú er viðarlundin einar 20.000 fermetrar. Seinasta lendið, sum er keypt aftrat til viðarlundina, er einar 1600 til 1800 fermetrar og soleiðis, sum árini eru gingin, er viðarlundin eisini vaksin niðan eftir og niðan við stóru og hábærsligu ánni í umhvørvinum, sigur Finnbogi Joensen.
Í VikuskiftisSosialinum er stór samrøða við "grøna" mannin í Vestmanna, sum blaðið vitjaði í síðstu viku saman við myndamanni. Í myndasavninum her á In.fo síggjast eisini fleiri frálíkar myndir frá vitjanini í viðarlundini í Vestmanna.
##med3##