Í gjár lat ein nýggj barr upp í miðbýnum í Havn. Heitið á nýggju barrini er La Terrasse, og er tað Mouldi Manai, ið hevur tikið stig til nýggju barrina Casablanca, Manhattan og Rio Bravo ? alt undir einum takið. Soleiðis var tað fyri nøkrum árum síðani, tá ið Mouldi hevði húsini á Tórsgøtu um hendi. Men síðan Casablanca lat aftur fyri sjey árum síðani, hevur bert gingið niður eftir bakka.
- Casablanca var ein rungandi succes, og tí hevur tað verið trupult hjá øðrum eigarum at halda kósini. Tað er trupult at yvirtaka eina succsesfyritøku, sigur Mouldi.
Nú vil Mouldi endurskapa konseptið, og letur tí upp nýggja barr í hølunum hjá Casablanca.
- Eg vil hava konseptið ?alt undir einum takið? aftur. Tað skal verða møguligt hjá fólki at fara í La Terrasse at fáa sær ein drykk, síðani uppá í Rio Bravo at eta, og so aftur at hugna sær við einum drykki og góðum tónleiki í La Terasse, sigur hann.
Fólk skulu hava virðing fyri sær sjálvum
Nýggja barrin er øll hvít málað við svørtum møblum, og ljósrørum frá hálvveggum til loftið.
Spurdur um hvønn aldursbólk hann hevur lagt seg eftir, sigur Mouldi soleiðis.
- Eg vil hava fólk sum hava virðing fyri sær sjálvum at koma í La Terrasse. Fólk, sum leggja dent á góðsku, modernintet og hugna. Aldursbólkurin er óavmarkaður, bara fólk hava virðing fyri sær sjálvum, og krevja okkurt av umhvørvinum, so fara tey at trívast her, sigur hann.
Sum verða man í einari barr, so er eisini stórt úrval av drykkivørum, umframt lættum mati. Eksotiskar drykkivørur eru blivnar heldur vælumtóktar seinastu tíðina, og hesum rákinum ætlar Mouldi eisini at fylgja við millum annað Cosmopolitans og Mojitos.