Teir Konservativu vunnu fleiri enn 300, og Arbeiðaraflokkurin misti fleiri enn 400 býráðslimir á kommunuvalinum í Onglandi og Wales í fyrradagin Tað er nógv, sum bendir á, at stórtíðin hjá bretska Arbeiðaraflokkinum er av á hesum sinni. Val til Undirhúsið verður um tvey ár, og um tað tá fer at hilnast soleiðis, sum tað gjørdi á kommunuvalunum í Onglandi og Wales í fyrradagin, so fer Konservativi flokkurin at endurvinna stjórnarvaldið, sum flokkurin misti til Arbeiðaraflokkin og Tony Blair í 1997.
Á kommunuvalinum misti Arbeiðaraflokkurin fleiri enn 400 býráðslimir, og Konservativi flokkurin vann fleiri enn 300. Úrslitið var uppaftur soltnari fyri Arbeiðaraflokkin, enn tað frammanundan varð roknað við.
Úrslitið ber eitt nú við sær, at London hevur fingið nýggjan borgarstjóra. 43 ára gamli Boris Johnsson, sum er tingmaður fyri Konservativa flokkin, avloysir Ken Livingstone úr Arbeiðaraflokkinum.
Boris Johnson fekk 1.168.738 atkvøður, og Ken Livingstone, sum hevur verið borgarstjóri síðani 2000, fekk 1.028.966 atkvøður.
Valluttøkan í London var 45 prosent ella fimm prosent fleiri enn í 2004. Hetta er fyrsta ferðin nakrantíð, at fleiri enn tvær milliónir veljarar hava greitt atkvøðu á kommunuvali í London.