Læraralesandi varpa ljós á fólkaskúlan í poddvarpi

Lærarastovan er heiti á nýggjum poddvarpi, sum fýra læraralesandi á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum eru farin undir.

 

Í lýsingini fyri poddvarpinum siga tey, at tey vilja hava eitt opið “forum” at kjakast um evni, sum eru viðkomandi fyri fólkaskúlan. “Fólkaskúlin er ikki bara lærarar og næmingar, men vit hava øll onkursvegna havt ella hava eitt tilknýti til fólkaskúlan. Tí halda vit, at hetta er eitt podcast til øll og fyri øll.”

 

Hetta skrivar Skúlablaðið á síni heimasíðu.

 

Tey fýra læraralesandi ganga á øðrum ári – í 2. L. Tey eru Súsanna, Sirið, Sarita og Gunnvá, koma ymsastaðni úr landinum, eru í ymsum aldri og hava ymsar royndir. Onkur hevur arbeitt sum læraravikarar, onkur sum stuðul og í frítíðarskúla, og onkur í barnagarði.

 

Fyrsta sendingin byrjaði við hugleiðingum um hetta at kjakast um fólkaskúlan og at tosa frítt og týdningin at kjakast, sum teimum øllum dámar sera væl.

 

Skal mann vera av serligum slag at vera lærari, var ein spurningur, sum var blakaður í luftina.

 

Mann skal duga við menniskjum, men tað týdningarmesta er at tíma at vera lærari. Eg haldi ikki, at mann sum persónur eigur at vera av serligum slagi fyri at vera lærari, tí næmingar eru eisini so øgiliga ymiskir, og vit læra øll ymiskt og hava ymiskan tørv. Tí er umráðandi, at lærarar eru ymiskir, og øll ikki gera líka. Í starvslæruni hava vit sæð, hvussu týdningarmikið tað er at, vit eru ymisk, og at vit hava ymiskt at bjóða. Sjálvsagt eru nakrar treytir, sum ein, ið undirvísir børnum, eigur at lúka, til dømis empati og at megna at seta seg í støðuna hjá øðrum. Tað hevur ikki minni týdning nú á døgum.

 

Í fyrstu sendingini var hugleitt eitt sindur um, hví tær fýra, sum hava tikið stig til poddvarpið, hava valt at lesa til lærara, og hvørjar fyrimyndir tær hava, og hvørjir lærarar hava gjørt inntrykk og á hvønn hátt, tá tær sjálvar gingu í fólkaskúlanum. Her var komið eitt sindur inn á persónligu søgurnar hjá hvørjum einstøkum teirra at hava valt, sum tær hava gjørt, og hvussu tær heima hava tosað um læraran og skúlan. Hjá onkrum teirra er tað eitt sindur av tilvild at hava valt lærarayrkið, hjá øðrum meiri tilvitað. Fitt var tosað um egnar upplivingar frá fólkaskúlatíðini, summar minni góðar, summar góðar.

 

Sum skilst er ætlanin, at tær fýra skiftast um at vera vertur í sendingini, og at eisini fólk uttanífrá vera partur av poddvarpinum sum gestir. Ætlanin er at hava sendingar regluliga.

 

Í høvuðsheitum fýra eldhugað læraralesandi, sum óivað fara at viðgera nógv viðkomandi evni, sum hava við fólkaskúlan at gera, skrivar www.skulabladid.fo.

 

Tað ber til at lurta eftir sendingini her:

 

https://open.spotify.com/show/09gsioE4dLlJb9mW8gQoBI?uid=null&uri=spotify:episode:5O79Ki0LEJgAWFVgGoLoI2