Miðnám í Suðuroy søkir eftir lærarum til restina av skúlaárinum 2024/2025 at byrja 1. januar 2025 í hesum lærugreinum:
Donskum, enskum og sálarfrøði.
Arbeiðið umfatar at undirvísa sambært námsætlanum. Herundir at leggja til rættis undirvísingargongdir og gera undirvísingarfrágreiðingar, umframt at taka lut í øðrum uppgávum, ið ikki beinleiðis eru knýttar at fakligu undirvísingini. Hetta arbeiðið kann liggja uttan fyri vanliga arbeiðstíð.
Størvini verða sett út frá einari heildarmeting av fakligum førleikum, faksamanseting og persónligum førleikum og kunnu verða sett sum føst størv, ársvikariat ella tímalærarastørv.
Útbúgving og royndir
Lærarar skulu hava kandidat- ella masterútbúgving frá lærdum háskúla ella aðra samsvarandi útbúgving, ið gevur førleika at undirvísa á miðnámi.
Námsfrøðilig útbúgving er ein fyrimunur, men ikki eitt krav. Umsøkjarar, ið verða settir, skulu vera sinnaðir at fara undir námsfrøðiliga útbúgving fyri miðnámsskúlalærarar.
Viðkomandi undirvísingarroyndir eru ein fyrimunur.
Persónligir førleikar
Vit vænta, at tú hevur hug og hegni at undirvísa, at tú ert fakliga væl fyri, at tú vilt taka virknan lut í at menna Miðnám í Suðuroy og sjálvsagt, at tú trívist saman við ungdómi. Harafturat verður dentur lagdur á góðar málsligar førleikar og KT-førleikar.
Setanarviðurskifti
Størvini verða sett sambært sáttmála millum Yrkisfelagið Miðnám og fíggjarmálaráðið.
Umsókn
Umsókn við prógvum og CV skulu vera skúlanum í hendi í seinasta lagi mánadagin 18. novembur 2024. Umsóknir skulu sendast til mis(at)skulin.fo.
Nærri kunning fæst við at venda sær til Rósu Heinesen, rektara, á tlf. 22 81 60 ella rosa.heinesen@skulin.fo.