Í morgin er forsetaval í Íslandi, men sambært teirri seinastu meiningakanningini er lítil ivi um úrslitið. Kanningin, sum Fréttablaðið og Stöð 2 hava gjørt, vísir, at verandi forsetin, Ólafur Ragnar Grímsson, fer at fáa 57 prosent av atkvøðunum, meðan næsti kappingarneyti hansara, Þóra Arnórsdóttir, fær 30,8 prosent.
Ein onnur kanning, sum Gallup hevur gjørt við Ríkisútvarpið, gevur verandi forsetanum 50,8 prosent og Þóru Arnórsdóttir 33,6 prosent. Fýra onnur valevni eru, men einki teirra røkkur upp á 10 prosent av atkvøðunum.
Morgunblaðið skrivar, at fær Ólafur Ragnar Grímsson meiri enn 50 prosent av atkvøðunum, so er hann tann fyrsti síðani tann kenda Kristján Eldjarn, sum fær meiri enn 50 prosent á einum forsetavali.