Íslendingar skulu velja ein nýggjan forseta. Tað gjørdist greitt í dag eftir, at Ólafur Ragnar Grímsson, ið hevur verið røkt sessin síðan 1996, hevur boðað frá, at hann ikki stillar uppaftur.
Síðstu vikurnar hevur annars verið rímiliga óvist um íslendski forsetin stillaði uppaftur. Væl dámdi forsetin gjørdi vart við seg í kjalarvørrinum av Panama-lekanum, tá hann sýtti fyri at útskriva nýval, og stutt eftir boðaði frá, at hann hóast alt væntandi stillaði uppaftur til næsta val.
Áðrenn nýggjastu gøluna í íslendskum politikki hevði hann nevniliga gjørt greitt, at núverandi seta var hansara seinasta.
Nú tykist tó, at hann enn einaferð hevur broytt støðu, og at íslendingar skulu hava ein nýggjan forseta. Í tíðindaskrivi sent íslendskum fjølmiðlum sipar hann til sína upprunaligu avgerð.
- Undir slíkum umstøðum, er tað bæði demokratiskt og natúrligt, eftir tjúgu ár í sessinum og tá hugt verður eftir heildarmyndini, at eg fylgi teimum sjónarmiðum, greining og niðurstøðum, ið eg nevndi í míni nýggjársrøðu, skrivar forsetin og leggur afturat.
- Tí boði eg hervið frá, at eg stilli ikki uppaftur.