Laga seg ikki eftir jarðarferðum

Kári P. Højgaard, løgtingsmaður heldur tað vera langt uti, at løgtingsformaðurin ikki vildi útseta ein fyrispurning, tá ið spyrjari, svarari og næstfiormaðurin vóru samdir í at útseta fyrispurningin, tí svararin skuldi fylgja. Tað ber ikki til at geva undantaksloyvi, sigur Hergeir Nilsen, løgtingsformaður

Á dagskránni fyri tingfundin týsdagin stóð ein skrivligur fyrspurningur frá Kára P. Højgaard, løgtingsmanni. Fyrispurningurin var um lønirnar hjá mleiðslu og stjórum í almennum fyritøkum.
Hesin fyrispurningur fekk eina óvanliga lagnu.
- Mánakvøldið ringdi Johan Dahl til mín og segði, at hann fór burtur í nakrar dagar, og týsdagin noyddist hann tí í kapellið í Klaksvík at fylgja eini skyldkonu hjá konuni. Hann spurdi tí, um ikki bar til at útseta fyrispurningin, sigur Kári P. Højgaard.

Jógvan segði ja
Tað helt hann vera í fínasta lagi, tí eftir hansara tykki er jarðarferð lógligt forfall, og tað hevur altíð verið siðvenja at laga seg, tá ið fólk skulu at fylgja.
Johan Dahl greiddi Jógvan á Lakjuni, sum tá sat í løgtingsformanssessinum frá hesum, og hann góðtók tað.
Síðan fór Johan Dahl av fundinum.
- Eg fór so at siga løgtingsformanninum Hergeir Nielsen frá, at vit høvdu avtalað at útseta fyrispurningin, men hann svaraði stutt og greitt, at spurningurin skuldi svarast, tí fyrispurningurin stóð á dagsskránni, og hann bað meg lesa fyrispurningin. Tað sá eg onga orsøk vera til og fór av røðarapallinum, sigur Kári P. Højgaard.
- Eg haldi tað vera undir alt lágmark, at atlit ikki kundu takast til, at landsstýrismaðurin fór at fylgja, sigur Kári P. Højgaard.

Hergeir stendur við sítt
Hergeir Nielsen, løgtingsformaður heldur seg hava tikið røttu avgerðina.
- Í seinastu tingsetu kom ein nýggj regla um, at fyrispurningar skuldu svarast, tá ið tir vóru komnir á dagsskránna. Hetta kom av, at næstan hvørja ferð varð biðið um undantaksloyvi, sigur Hergeir Nielsen.
Hann heldur, at í hesum førinum var tað eingin ólukka, at landstýrismaðurin ikki var til staðar. Bæði spurningur og svar vóru skrivlig, og tingið misti bara orðaskiftið. Annars kann løgtingsmaðurin altíð spyrja av nýggjum, sigur hann.
Hergeir Nielsen heldur ikki, at lansstýrisfólk hava misbrúkt jarðarferðir fyri at biðja um útseting, men jaraðarferðirnar eru nógvar, tingfólk og landsstýrisfólk kenna nógv fólk, og skal tað biðjast um útseting, hvørja ferð ein jaraðarferð er, kemur alt upp í røkur. Hevi tað verið nær familja at fylgt, hevði støðan verið øðrvísi, heldur Herheir Nielsen.
Hann heldur tað vera keðiligt, at Jógvan á Lakjuni sum varatingformaður játtaði at útseta fyrispurningin.

Eg havi ábyrgdina
- Hinvegin vita bæði Kári P. Højgaard og Johan Dahl, at eg eri tingformaður við evstu ábyrgdini. Vit mugu hava fastar mannagongdir. Í næstseinastu viku varð biðið um útseting, tí ein landsstýrismaður skuldi á fund. Eg segði nei til útseting, og so kom landstýrismaðurin, sum skuldi svara, kortini á fund, sigur Hergeir Nielsen.