Ólagaligir veruleikar

-Úrslitini, sum liggja eftir Boga Hansen, Elias Davidsen, sála, starvsfólki á Fiskirannsóknarstovuni og starvsfólki aðrastaðni, hava ikki einans granskingarvirði, men eru eisini eitt av heilt fáum framtøkum, sum á føroyskum grundvølli hava møguleika at vera støði undir nýggjum vinnuligum átøkum.Um illa vil til, skal ikki meira enn ein óheppin avgerð á hægsta stigi til fyri at hesir møguleikar gleppa okkum av hondum skrivar Signar Heinesen í vinnukronikkini í dag

Signar P. Heinessen

Øðrumegin standa teir negativu fundamentalistarnir: Einki ber til; Einki er møguligt; Alt er svart og neyð og elendigheit verður málað á veggin. Hinumegin standa teir positivu fundamentalistarnir: Veruleikin verður orðaður uppá kvamsvís alt eftir, hvat er lagaligast til løtuna: Andsøgnir, tvætl og veruleikar sleingjast hvørt um annað. Men veruleikin sjálvur rakar okkum, hvørt vit meina tað eina ella hitt. Fólk flest royna tí sum frægast at liva við teim óvissum og tí váða, sum hetta foldarlívið nú einaferð hevur at bjóða – og fólk flest hava eitt ynski um at geva sítt íkast til skynsama atferð.

Tí er tað trupult at yvirmeta týdningin av sakligari vitan. Slík saklig vitan verður bygd upp ígjøgnum mánaðar, ár, áratíggju, øldir og ártúsund. Tær mentanir, sum við makt hildu vitanini niðri, máttu lúta, og aðrar mentanir sluppu at royna seg. Tey lond, sum við makt forðaðu sakligum orðadrátti um tilverunnar margfeldi, taptu vælferð og land mótvegis teimum londum, har saklig vitan var sádd og røktað við skynsemi.

Í Føroyum hava vit í løtuni tvey mál, sum vit ikki hava ráð til at handfara uppá kvamsvís. Heilt einfalt tí tey hava ov stóran týdning í mun til okkara tilverugrundarlag. Annað málið er føroyska vinnuliga tilverugrundarlagið. Hitt málið hava vit í felag við restina av heimsins borgarum, og er tað umhvørvi og orka. Í hesi grein verður spurningurin um umhvørvið viðgjørdur. Hetta við grundarlagi í tveimum aktuellum hendingum: Onnur er tann, at Al Gore hevur gjørt ein film viðvíkjandi veðurlagsbroytinum (“An inconvenient truth”) og hin er, at Bogi Hansen er tilnevndur professari og hevur fingið norðurlendska virðisløn fyri nátturu og umhvørvi.

Al Gore og filmurin “Ein ólagaligur sannleiki”
Al Gore er forsetavalevnið, sum í 2000 fekk hálva millión fleiri atkvøður enn George W. Bush, men sum mátti lúta í eini løgnari – og helst søguligari – uppteljingargølu í USA. Árini 1993-2000 var hann varaforseti í Bill Clinton stjórnini.

Miðjan sekstiárini las Al Gore stjórnmálafrøði á Harvard og hoyrdi har Roger Revelle, professara, røða um CO2 innihaldið í atmosferuni. Tað var Roger Revelle, professari, sum skundaði undir hesar mátingar, sum vóru settar í verk í 1958 og sum Charles David Keeling varð settur at taka sær av. Mátingarnar vóru gjørdar yvir Hawaii.

Roger Revelle framsetti í fimmtiárunum eina hypotesu um, at mannaættin við øktum fólkatali og øktari orkunýtslu vildi ávirka CO2 innihaldið í atmosferuni og at hetta ávirkaði hitan – tað, vit í dag nevna “vakstrarhúsárinið”. Hann vísti eisini á, at tað er sannlíkt, at CO2 økist í høvunum.

Hetta merkir í stuttum, at Al Gore hevur upplivað ein mann, sum sá ein veruleika fyri sær út frá teoretiskum metingum. Hesar metingar vóru – og verða - eftirkannaðar við mátingum og nú, hálva øld eftir, halda vit okkum síggja samanhangin.

Al Gore er ein av fremstu politikarum í heiminum – gjørdist næstan heimsins valdmiklasti maður. Við eini søgu á Harvard saman við Revelle professara í skjáttuni er tað ikki at undrast yvir, at hann brúkar sína politisku orku til at sannføra heimsins borgarar um, at vit eiga at taka umhvørvis árin mannaættarinnar í størsta álvara. Eftir Revelle professara, sum doyði í 1991, og Keeling, sum doyði í 2005, er Al Gore annað ættarlið, sum úr Harvard hevur brúkt týðandi part av síni orku til at geva sítt íkast til skynsama atferð okkara millum.

Ein av “perlunum” í filminum hjá Al Gore er, tá ið hann nevnir trupulleikan í sambandi við ozon-lagið. Tað ber mannaættini til at taka tøk í felag. Longu nú, nøkur fá ár eftir at hesin trupulleikin at kalla er loystur, hugsa vit neyvan um tey tiltøk, sum gjørd eru. Hetta hóast mangar spádómar um at tað ikki bar búskaparliga skynsamt til.

Filmurin hjá Al Gore er ein politiskur filmur. Ein politikari hevur gjørt filmin. Hann hevur gjørt filmin við tí endamáli at geva sítt íkast til eina broytta atferð millum manna, og hann ger hetta við at venda sær til okkum – tann einstaka okkara. Til okkara, sum hava eitt persónligt íkast til umhvørvisligu atferð mannaættarinnar og til okkara, sum hava eina ikki minni týðandi atkvøðu, sum er við til at geva politiskum valevnum atgongd til maktina ella er við til at forða politiskum valevnum atgongd til maktina.

Eg vil mæla fólki til at síggja filmin, um høvið býðst.

Sannleiki ella partur av einum meira fjølbroyttum veruleika?
Fáur – fyri ikki at siga eingin – granskari innan umhvørvisøkið er ósamdur um, at CO2 innihaldið í atmosferuni hækkar. Fáir granskarar – fyri ikki at siga eingin – eru heldur ósamdir um, at meðalhitin á jørðini hækkar. Flestu granskarar eru í dag á einum máli um, at týðandi samanhangur er millum CO2 innihaldið í atmosferuni og miðalhitan á jørðini. Men sambært m.ø. dananum Henrik Svensmark og øðrum, er ikki vist, at CO2 innihaldið í atmosferuni er einasta frágreiðing til heitara veðrið. Summir granskarar hava “gingið Roma ímóti” og hava framsett eina aðra hypotesu, sum sigur, at sólblettar hava týðandi ávirkan á hitan á jørðini. Í eini grein í 1996 og fyrilestri á lærda háskúlanum í Birmingham vístu Eigil Friis-Christensen og Henrik Svensmark á samanhangin millum sólblettar og hitan á jørðini. Nú fyri stuttum hevur Henrik Svensmark saman við øðrum víst á fysiskar orsøkir til ein slíkan samanhang.

Nigel Calder hevur skrivað bókina “Den maniske sol”, 1997. Í henni greiðir hann frá, hvussu trupult tað kann vera í granskingarhøpi at leggja fram gransking, sum ikki beinleiðis styðjar hypotesuni um, at vakstrarhúsárinið er tann mest týðandi orsøkin til økta hitan á jørðini. Filmurin hjá Al Gore og hendan bókin geva eina fatan av, hvussu trupult tað er hjá okkum vanligu borgarum at taka støðu í einum so fløktum máli.

Men støðu taka vit, um vit vilja tað ella ikki. At onkur heldur, at tað er umhvørvismálinum at frama at halda mótstríðandi gransking burtur, broytir ikki tann veruleika, at vakstrarhúsárinið er menniskjaskapt og ávirkar hitan á jørðini. Mótstríðandi gransking gevur eitt gott íkast til onnur viðurskifti, sum eisini hava týdning – tað er jú ikki soleiðis, at Svensmark og aðrir pástanda, at vakstrarhúsárinið ikki er ein partur av málinum.

Professari og heiðraður
Tað vóru teir báðir, Elias Davidsen, sáli, og Bogi Hansen, sum í sjeytiárunum løgdu lunnar undir eini skipaðari menning av føroyska íkastinum til havfrøðina, veðurfrøðina og vatnfrøðina. Elias fór so ungur og tann dagin í dag – gott 10 ár eftir – verður tikið til saknin eftir hann. Boga untist fleiri ár og hevur hann hildið kós og ferð. Hann hevur hildið seg til tann mátistokkin, sum mangan verður sleptur longu í ungum árum. Ein mátistokkur, sum stundum verður nevndur idealisma og til aðrar tíðir góður vísindaligur siður ella bert vanligt skil.

Vit føroyingar hava alla grund til at vera errin saman við Boga yvir tann heiður, sum bæði hann og eisini samstarvsfelagar hansara á Fiskirannsóknarstovuni njóta í hesum døgum. Tá ið gleðirúsurin er hasaður av, kunnu vit kanska eisini við skili umhugsa nøkur viðurskifti.

Tí júst royndirnar hjá Boga siga okkum nakað um, hvørjar leiðir eru gongdar. Tær geva eisini eina ábending um, hvørjar leiðir eru ógongdar. Granskingarkorini hjá Boga hava ikki verið tey bestu. Sjálvur hevur hann tikið at kalla øll tøkini tey fyrstu mongu árini. Ein máting her, ein máting har, ein analysa, ein ritgerð. Við at leggja stein oman á stein varð fyrst eitt støði bygt upp og síðani lagt eitt fundament á hetta støði og endiliga – eina ferð seinast í 80-unum og inn í 90-árini - sóust úrslitini í havsbrúnni. Tey fyrstu phd-lesandi vóru sett við og komu undan.

Eitt serligt úrslit er júst heiðurslønin til Boga sjálvan. Eitt annað úrslit, sum ikki hevur verið stórvegis umrøtt, var tá ið Hjálmar Hátún, sum hevur fullført ein phd-lestur við vegleiðing frá Boga, saman við Boga og øðrum, fekk eina grein prentaða í tíðarritinum “Science”. Hvussu stóra virðing slík grein gevur millum granskarar, fingu vit eina fatan av í danska sjónvarpinum DR2, Deadline, fyri tíð síðani, har víst var til eina bretska kanning, sum vísti tað øvugta sum úrslitini hjá Hjálmari. Danski granskarin vísti til greinina í Science og vísti á, at hesi úrslitini vóru betur eftirfarandi enn tey bretsku.

Nakrir veruleikar, sum mangan verður roynt at skáka sær undan
Vit kunnu taka samanum:
Visindin roynir at loysa gátur um hita, vakstrarhúsárin, sólblettar, orkukeldur, orkuberar o.a., men uttan mun til stórar óvissur er veruleikin tann, at mannaættin í dag er so stór og brúkar so nógva orku, at hon máar undan sjálvum lívsgrundarlagnum á jørðini.
Tað ber til at venda gongdini, um tøk verða tikin í felag og mannaættin í síni heild broytir atferð – við teim ríkastu og mest orkukrevjandi tjóðunum á odda.
Millum teirra, sum ganga fremst í granskingini hesum viðvíkjandi, eru nakrir føroyingar við Boga Hansen á odda.
Tað hevur borið til hjá færri enn 50.000 borgarum úti í Atlantshavi at fáa slíka gransking til høldar við tað, at samfelagið og nakrir persónar settu sær høg mál og fingu fleiri við sær, og við tað at hesi fingu rímiligan arbeiðsfrið í eini 30 ár – ja, 30 ár!
Úrslitini, sum liggja eftir Boga, Elias Davidsen, sála, starvsfólki á Fiskirannsóknarstovuni og starvsfólki aðrastaðni, hava ikki einans granskingarvirði, men eru eisini eitt av heilt fáum framtøkum, sum á føroyskum grundvølli hava møguleika at vera støði undir nýggjum vinnuligum átøkum.
Um illa vil til, skal ikki meira enn ein óheppin avgerð á hægsta stigi til fyri at hesir møguleikar gleppa okkum av hondum.

Tað er vert at hava í huga, hvussu nógv arbeiði skal leggjast í, tá ið málini verða høgt sett, og hvussu lítið skal til fyri at ein heil perlurekkja verður kvett av og einki úrslit fæst til høldar – vit hava havt útreiðslurnar og stríðið, men áðrenn fruktirnar kunnu heystast og fáast til høldar fóru vit undir eitthvørt annað.

Kann vera, at Føroyar eru heimsins mest dálkandi tjóð – eg eri enn ikki sannførdur um hetta av teirri orsøk, at okkara tøl innrokna mær vitandi skipaflotan, har aðrar tjóðir ikki gera tað. At okkara skipafloti í stóran mun er fiskifloti ger ikki hendan spurningin minni fløktan. Men uttan mun til praktiskar skilmarkanir av ymsum slagi haldi eg, at vit áttu at sett tey mest týðandi umhvørvismálini hægri á dagsskránna – serliga tey, sum viðvíkja orku og útláti av vakstrarhúsgassum. Eg ivist lítið í, at tað vil gagna tjóðini á so mangan hátt, samstundis sum vit í verki vísa, at vit vilja vera partur av heimssamfelagnum.