Stefan í Skorini
????????????????
Tað eru ikki meira enn fýra ár síðan, at krúnprinsurin møtti sínari prinsessu. Tað var við Olympisku leikirnar í Sydney í Avstralia á sumri 2000. Og tað var rættiliga tilvildarligt, at tey rendu seg í hvønn annan.
Mary Donaldson segði í samrøðu við Politiken, at tað kendist sum lagnan hevði ført tey bæði saman. Hon sigur, at um tey ikki høvdu møtt hvørjum øðrum við OL-leikirnar, høvdu tey við vissu funnið saman við eina kappsigling, sum var við oynna Tasmania nakrar mánaðir seinni, har Fríðrikur luttók.
Hon er fødd í Hobart í Tasmania tann 5. februar 1972 og er yngst av fýra systkjum. Móðir hennara doyði í 1997, og faðirin giftist uppaftur í 2001. Hon hevur útbúgving innanfyri løgfrøði og marknaðarføring frá universitetinum á Tasmania.
Nógv børn
Ein av uppgávunum hjá einari krúnprinsessu er sjálvsagt at føra kongaættina víðari. Við øðrum orðum at geva tí danska fólkinum nakrar prinsar og prinsessur. Og Mary Donaldson sigur seg vera tilreiðar at seta nógv børn í verðina saman við Fríðriki krúnprinsi.
Mary sigur í viðtali við Politiken, at hon fegin vil hava nógv børn. Hon leggur samstundis doyðin á, at hon skal uppala síni børn sjálv. Tað hevur mangan verið soleiðis í kongafamiljum, at uppalingin er latin uppí hendurnar á daddum og barnagentum, men hetta skal ikki vera soleiðis í tí donsku kongafamiljuni framyvir.
Mary Donaldson hevur higartil megnað at hildið eina frástøðu til tað danska fólkið, tí at hon hevur hildið fjølmiðlunum so langt burtur sum gjørligt. Tað eyðkenda við henni er, at hon hevur megnað at hildið privatlívið privat, tí at hon ongantíð hevur dámt at verið í ljóskastaranum hjá fjølmiðlunum. Men hetta má hon nú veitra farvæl til.
Stjørnan í Tasmania
Seinastu mánaðirnar hevur Mary Donaldson, sum nú má venja seg við at verða kallað Hennara hátign Mary (eftirnavnið er nevniliga strikað), verið tað heilt stóra samtaluevnið í Tasmania og um alt Avstralia.
Serliga kvinnurnar í heimstaði hennara gloypa hvørjum mola, sum fjølmiðlarnir kasta fyri tær. Tasmanbúgvar eru nevniliga sera fegnir og ernir um at eiga eina veruliga prinsessu, og hon hevur verið tað heilt heita evnið í fjølmiðlunum seinastu vikurnar. Tríggjar avstralskar sjónvarpsrásir hava nevniliga sent frá brúdleypinum.
Ferðast nógv
Eftir at móðir hennara doyði, fór Mary út at ferðast í tíggju mánaðir.
? Eg vildi sleppa burtur frá tí støðugu tilveruni í Avstralia og hevði tørv á at sveima eitt sindur uttan nakað ávíst mál. Aftaná setti eg búgv í Skotlandi, men tað var ov tíðliga. Eg saknaði mína familju ov nógv, og so fór eg heimaftur og fekk tíbetur eitt gott starv í Sydney, sigur Mary við Berlingske Tidende.
Og tað var her, at hon møtti krúnprinsinum. Restin er søga...
????
FAKTA
Mary Elisabeth Donaldson er fødd 5. februar í Hobart, høvuðsstaðnum í Tasmania. Hon er bachelor í handli og løgfrøði frá University of Tasmania.
Faðir hennara John Donaldson (f.1941) er skoti og professari í matematik. Móðirin Henrietta Donaldson (f.1942) doyði í 1997 eftir eina skurðviðgerð í hjartanum. Mary Donaldson hevur trý eldri systkin, Jane, Patricia og John.
Hennara yrkisleið hevur umfatað arbeiði í einum flogfelag, eini ráðgevingarstovu, einum lýsingarfyritøku og einum ognarvirki.