Ein fólkaatkvøða um eina nýggja stjórnarskipan var eitt aðalmálunum, tá nýggj samgongan bleiv skipað millum Javnaðarflokkin, Sambandsflokkin og Framsókn fyri trimum árum síðan. Trý ár seinni er tað tó lítið, ið bendir á, at ein slík verður samtykt.
Í ólavsøkurøðini nevndi løgmaður tó stjórnarskipanina og upplýsti, at hóast hann longu hevur brúkt nógva orku upp á málið, so fór hann at gera enn eina roynd.
- Viljin hjá andstøðuni hevur verið avmarkaður, men eg fari kortini at tosa við formenninar eina ferð enn at vita, um grundarlag er fyri at arbeiða víðari, segði Aksel V. Johannesen, løgmaður.