Lagnufundur

Oddagrein:

G20 fundurin í London nú hósdagin er lagnufundur fyri heimin. Á G20 fundi hittast 20 tey mætastu ídnaðarlondini í heiminum. Hesi lond bæði samstarva og kappast og skulu nú í felag royna at bjarga heimsbúskapinum. G20 fundirnir eru ikki bara vælumtóktir. Nógv lond halda, at búskaparliga og fíggjarliga lagna heimsins í kreppuni er betur farin við eini felags heimsfevnandi skipan, har eitt nú Heimsbankin skipar fyri og gongur á odda. Síðan kreppan av álvara tók seg upp, hava USA og flestøll framkomin lond sett í verk hópin av fíggjarligum og búskaparligum hjálparpakkum til tess at tryggja bankakervini og fyri at halda vinnuligu hjólunum malandi. Trupulleikarnir eru sera stórir. Heimshandilin er linkaður, vandin fyri proteksionismu øktur, og arbeiðsloysið er vaksandi um allan framkomnan heim. Hetta gongur so aftur út yvir menningarlondini, og soleiðis vindur skeiva gongdin uppá seg. Hættislig støða, ið kann elva til politiskan ófrið og beinleiðis koma heimsfriðinum í vanda.

 

Stjórnir standa ivandi og ráðaleysar mótvegis hesi kreppu, ið sum ein sunami fløðir inn yvir eitt land fyri og annað eftir. USA hevur gingið á odda við bankahjálparpakkum og vinnuligum hjálpartiltøkum, meðan europear hava verið eitt sindur meira afturhaldandi við ógvusligum almennum tiltøkum. Orsøkin kann vera, at Europa fyri tað fyrsta óttast inflatión, ið kann standast av hesum ovurstóru hjálparpakkum fyri skattgjaldarans pening. Fyri tað annað hava nógv tey flestu ES lond, EFTA lond og onnur europeisk ídnaðarlond samhaldsfastar sosialar skipanir, ið tryggja, at fólk ikki beinanvegin missa hús og heim ella líða beinleiðis neyð, um maður ella kona gerast arbeiðsleys. Øðrvísi er í USA, har hesar grundleggjandi skipanir mangla ella eru farnar fyri bakka við bankunum. Luttakararnir á G20 hava tískil ymsar fortreytir og ymisk baksýni fyri fundinum.

 

G20 má og skal fáa fastatøkur á stóru altjóða trupulleikunum. Flestøll lond seta teirra álit á sera væl lýdda amerikanska forsetan, Barak Obama, ið longu hevur sýnt framúr áræði, dirvi, ágrýtni og virkisfýsni. Men fleiri G20 lond eru eisini ósamd við amerikanska forsetan um mál og útvegir. Avbjóðingin hjá Obama er sostatt at sameina ymisk sjónarmið, ymisk áhugamál og ymiskar tilgongdir til trupulleikarnar við atliti at eini felags heimsfevnandi kreppustrategi. Heimligu fortreytir Obamas eru ikki tespiligar: metstór skuld til Kina, methall á fíggjarlóg, kríggj í Irak og í Afghanistan, ein viknandi dollari, tryggingargeiri í beinabjølgi, banka-, byggi- og ídnaðargeirar í skeljasori – alt takkað verið ábyrgdarleysu og stuttskygdu neoliberalismuni hjá George W. Bush og fylgisneytum. Obama hevur mestsum bert sítt sera góða umdømi, sítt vit og sítt skil, sínar framúrskarandi persónligu eginleikar og sítt stak dugnaliga starvslið at líta á. Men hvør veit, um ikki tað júst er hetta, ið bjargar lagnufundinum í London og harvið bjargar heimsbúskapinum.