Londini í syðra parti av Afrika hava lagt eina umfatandi ætlan um at hjálpa Zimbabwe
Leiðararnir í londunum siga, at endamálið við ætlanini er at útvega fólkinum mat og at fáa tamarhald á kolerasjúkuni, sum hevur kravt umleið 1.000 mannalív í Zimbabwe. Hjálparfelagsskapir siga, at tað er vónleyst at steðga sjúkuni, sum breiðir seg skjótt, tí vatnveitingin er í stak vánaligum standi.
Forsetin í Suðurafrika, Kgalema Motlanthe, segði í morgun, at londini í syðra parti av Afrika eru sinnað at veita ta hjálp, sum tey eru før fyri. Hann segði, at londini fara at taka stig til eitt stórt átak, sum við altjóða stuðuli skal útvega zimbabwiska fólkinum hjálp ímóti hungri og kolerasjúkuni.
Suðurafrika og eintøk onnur lond í syðra parti av Afrika hava fyrr kravt, at zimbabwiski leiðarin, Robert Mugabe, skal góðtaka eina politiska semju við andstøðuna, áðrenn landið kann fáa hjálp.