Laila av Reyni, júst heimkomin úr Kenja, er longu farin í studio aftur.
Gunnar Guttesen og songkvinnan úr Kollafirði eru í hesum døgum í Studio Bloch, har tey gera upptøkur til eina nýggja fløgu.
Nógv arbeiði við nýggju fløguni var longu gjørt framman undan ferð hennara til Kenja, men nú er tíðin so komin at fara aftur í studio.
Væntandi verður nýggja útgávan klár í vár og Laila av Reyni hevur váttað fyri Miðlahúsinum, at hon fyrireikar eitt stórt útgávutiltak í samband við nýggju fløguna.