Laila dómari í Miss Universe

Skal bæði seymað kjóla og vera dómari í Miss Universe kappingini í Danmark í august.

 

Í morgun varð Laila av Reyni boðin at vera dómari í Miss Universe kappingini í verður í Danmark 14.  august. Áður er hon eisini biðin um at gera ein kjóla til vinnaran av kappingini.

- Eg havi takka ja at vera dómari í donsku kappingini í Tivoli í august og allarhelst verið eg gestur í heimsmeistarakappingini í Kina seinni í ár, sigur Laila av Reyni.

 

- Tað var sjálvur stjórin fyri kappingina í Danmark, sum setti seg í samband við meg um at gera ein kjóla. Aftan á verður vinnarin boðin til Føroya til myndatøku í mínum kjólum, sigur Laila av Reyni.

 

Laila av Reyni hevur áður gjørt kjólar til Miss World og Miss Earth og hevur tí nú gjørt kjólar til tríggjar tær størstu vakurleikakappingarnar í heiminum.