Laila av Reyni fer 28. mars til Íslands at spæla konsertir og vísa fram síni kjólasnið, í hesum sambandi hava íslendskir miðlar víst áhuga fyri føroyska popparanum, í gjár kom Séð og Heyrt, íslendska útgávan av slatriblaðnum, ið vit føroyingar kenna so væl frá bíðirúmum og frisørsalongum í danska haminum Se og Hør. Laila prýður forsíðuna á blaðnum.
Ein opna er við Lailu inni í blaðnum, har vøkru kjólarnir blandaðar við myndum frá konsertini á FMA leygardagin. Samrøða er við songkvinnuna, og er hetta uttan iva ein góð upphiting og við til at vekja áhugan fyri konsertferðini hjá Lailu.