Laksatorgið verður 13. juli

Hugnaliga Laksatorgið niðri á Støð á Glyvrum er vorðið eitt satt summar-hæddarpunkt í Runavíkar kommunu.

Tað er Runavíkar kommuna, ið skipar fyri vælumtókta familjutiltakinum, og Bakkafrost veitir laks til mongu gestirnar.

 

Mangt spennandi er á rúgvusmiklu skránni. Eins og undanfarin ár verður stóra sølutorgið við sølu av alskyns vørum so sum prýðislutum, hondbundnum vørum, mati og øðrum.

 

Tónleikainnsløg verða við Signari í Homrum, SWAY, Tónajam, sum er tónleikarar úr Nes sóknar Musikkskúla, og Ævintýraferðini. Harumframt koma Angela og Hannibal at undirhalda børnunum, og Kæti skipar fyri barnaundirhaldi. Eisini verður ponyríðing, ókeypis kajakktúrur og annað.

 

Dámar tær havsvimjing, tak so svimjiklæðini við, tí eitt hanagleiv frá økinum liggur fjøran við ósan á Glyvrum, og har eru frálíkar svimji- og dyppingarumstøður.

 

Bakkafrost hevur opið hús fyri almenninginum, og vitjandi fáa møguleika at síggja framleiðsluvirkið. Regin Jacobsen, stjóri, hevur framløgu, og Jens Marni syngur.

 

Sí skránna her