HB: Ongin kemur í staðin

Betri deildin menn: Jacob Johansson er givin í HB, men felagið ætlar ikki at finna ein avloysara

Mynd: (Álvur Haraldsen) Jacob Johansson í dysti móti KÍ

Í gjár boðaði HB frá, at Jacob Johansson er givin í felagnum. Áleyparin hevur skorað fýra mál í ár og hevur verið á vøllinum allar 15 landskappingardystirnar higartil. Tó er hann skiftur inn ella út í øllum dystunum.

 

- Áleyparin Jakob Johansson er givin í HB. Samstarvið millum partarnar er endað í sátt og semju. Vit takka Jakob fyri tíðina í HB og ynskja honum alt tað besta framyvir, skrivaði HB.fo.

 

HB liggur í løtuni á 2. plássi í landskappingini, er í hálvfinaluni í kappingini um Løgmanssteypið og skal spæla í Evropa í summar. Tó hevur felagið ikki í sinni at finna ein avloysara útifrá.

 

- Vit hava ikki ætlanir, um at taka nakran inn, sigur Ransin N. Djurhuus, formaður í HB.

 

Hetta merkir, at ungi og evnaríki Dávid Reynheim verður 2. val í álopinum. Í løtuni hevur HB bara Mikkel Dahl, sum kann roknast sum ein royndur áleypari í hópinum. HB spælir hósdagin toppdyst móti Víkingi í Sarpugerði.

 

Mynd: (Álvur Haraldsen) Jacob Johansson í dysti móti KÍ

Mynd: (Álvur Haraldsen) Dávid Reynheim í dysti móti KÍ fyrr í ár.