Galaxy avlýsir túrar í morgin

Galaxy siglir ikki seinnapartin í morgin.

Starndferðslan boðar frá, at Galaxy avlýsir túrar um Suðuroyarfjørð í morgin.

 

Orsøkin er veður, verður sagt á heimasíðuni hjá Strandferðsluni.

 

Galaxy er ferja úr Grikkalandi, og avloysir, nú Smyril er í dokk.

 

Boðini á ssl.fo eru soljóðandi:

 

Fyri veður verður siglt soleiðis á leið 7 fríggjadagin 26. septembur: Av Krambatanga kl. 6:00 og av Havnini kl. 12:00, og síðani verður ikki siglt meir fyri dagin. Bygdaleiðir í Suðuroy koyra ísv. hesa broyting.