Hotel Brandan við sertilboðum til føroyingar  

- Vit hava gjørt nøkur sera góð tilboð til føroyingar, og vit á Hotel Brandan elska at taka ímóti føroyingum, sigur Virgar Enghamar, hotelleiðari 

 

 

- Vit elska at taka ímóti føroyingum, og tað er okkum ein stór gleði at bjóða føroyingum at njóta allar teir fantastisku fasilitetir, sum her eru – og fyri ein sera lagaligan prís, sigur Virgar Enghamar

- Summarið hevur hilnast væl hjá Hotel Brandan, har Norðurlond hava verið væl umboðað, og vit hava eisini havt nakrar fleiri asiatar og amerikanarar. 

Soleiðis sigur Virgar Enghamar, hotelleiðari.

Hann vísir á, at síðan seinnu hálvu av mars og langt inn í september hava tey havt nógvar gistingar á hotellinum, og her hevur verið nógv virksemi.

- Nú vetrarhálvan byrjar, hava vit sett saman nøkur sera góð tilboð til føroyingar og føroyskar familjur, og tað er eingin loyna, at vit elska at taka ímóti føroyingum.

Virgar Enghamar sigur, at føroyingar sjálvsagt altíð eru vælkomnir at gista á Hotel Brandan, bæði summar og vetur, men tað er í vetrarhálvuni, at umstøður eru at veita føroyingum tey bestu tilboðini.

- Vit eru sera takksom fyri stóra áhugan, sum føroyingar hava víst okkara virksemi, og tað er ikki minst tí, at vit nú lata dyrnar upp við serligum tilboðum, sum burtur av venda sær til heimligu gestirnar. 

Hann sigur, at tað er nakað heilt serligt, tá hotellið verður fylt upp við føroyingum, einstaklingum, pørum og familjum.

- Vit elska at taka ímóti føroyingum, og tað er okkum ein stór gleði at bjóða føroyingum at njóta allar teir fantastisku fasilitetir, sum her eru – og fyri ein sera lagaligan prís.

Prísirnar, sum Hotel Brandan bjóðar føroyingum í vetur, eru 399 krónur fyri hvønn í eina nátt og 699 krónur fyri tvær nætur, og hetta eru sjálvsagt heilt aðrir prísir enn í summarhálvuni. 

Hotelleiðarin sigur, at onnur ár hava tey havt føroyingar úr øllum heraðshornum úr landinum, og enntá uppliva tey eisini, at grannar hjá hotellinum keypa sær eina ella tvær nætur á Hotel Brandan.

- Vit hava fólk, sum gista her í eina nátt, og vit hava fleiri, sum eru her frá fríggjadegi til sunnudag. 

Virgar Enghamar vísir á, at sunnudag kunnu fólk sova leingi, um tey ynskja tað, tí við í tilboðnum er, at gestirnir kunnu vera á hotellinum heilt til klokkan 14.

- Okkum dámar at forkela føroyingar eitt sindur eyka, bæði við prísi og tænastu, og í vetrarhálvuni fæst eisini brunsj leygardagar og sunnudagar frá klokkan 08 til 13.

Hann sigur, at við morgunmatarborðið er eitt nú tvey sløg av bollum, tvey sløg av breyði, og her er ymiskur viðskeri, umframt egg, bacon og heitur matur.

- Her er juice, kaffi, te, smooties, og her er bommbuffét til børnini, sigur hotelleiðarin.

Hotel Brandan hevur 124 kømur, sum øll eru uppkallað eftir varðum. Tað er Poul Sundskarð, sum hevur savnað nøvnini á varðunum, og Edvard Fuglø hevur dekorerað.

- Umframt at brúka okkara fasilitetir sum hitapottar, sauna, fitness, lobby’ina og hugnaligu matstovuna, Húsagarð, sum eisini bjóðar menu’ir til børn, eru okkara gestir sjálvsagt eisini vælkomnir at vitja Katrinu Christiansen. 

Hann leggur aftrat, at heilt síðan koronu, hava einstaklingar, pør og familjur í Føroyum verið eitt fantastiskt íkast hjá hotellinum, serliga í lágárstíðini.

- Tað eru fleiri, ið steðga her hjá okkum í eina nátt, sum halda, at tvær nætur høvdu verið betur, og so taka tey kanska tvær nætur næstu ferð, tey koma, sigur Virgar Enghamar.

Hotelleiðarin leggur aftrat, at fólk eru altíð vælkomin at vitja heimasíðuna hotelbrandan.fo, og fólk eru eisini vælkomin at ringja á tlf. 309200.

 

##med2##

 

- Vit elska at taka ímóti føroyingum, og tað er okkum ein stór gleði at bjóða føroyingum at njóta allar teir fantastisku fasilitetir, sum her eru – og fyri ein sera lagaligan prís, sigur Virgar Enghamar