Trý føroyingalið vóru í leiki í bestu íslendsku hondbóltsdeildini í kvøld.
Fram tapti á heimavølli 27-32 fyri Haukum. Í steðginum var Fram annars á odda 14-12.
Hóast tapið gekk væl hjá Dánjali Ragnarssyni, ið við sjey málum var toppskjútti hjá Fram.
Fram hevur fýra stig fyri fýra dystir.
Allan Norðberg skoraði tvey mál, tá lið hansara, Valur á heimavølli vann 31-25 á Selfossi. Í steðginum var Selfoss á odda 14-13.
Valur hevur seks stig fyri fýra dystir.
Sveinur Olafsson og liðfelagarnir í Afturelding vunnu á útivølli tepran 37-36 (21-15) á ÍR.
Afturelding er fremst í deildini við fullum stigatali, átta stigum fyri fýra dystir.
Í annaðkvøld klokkan 20.30 spælir Stjarnan við Jóhannes Bjørgvin á liðnum dyst á útivølli á Hafnarfirði móti FH.