Týsdagin í næstu viku støkkur andaligi leiðarin í Tibet, Dalai Lama, inn á gólvið í Hvítu Húsunum í Washington at vitja George W. Bush, forseta. Dagin eftir skal Lama vitja amerikonsku Kongressina, sum hevur gjørt av at heiðra hann við einum serligum heiðursmerki. Hetta hevur vakt ans í Kina, har Dalai Lama ikki er serliga væl umtóktur. Ein kinesiskur talsmaður sigur, at amerikanska avgerðin at heiðra Dalai Lama er uppílegging í innanríkisviðurskifti í Kina. Tað sama segði Kina, tá týski kanslarin, Angela Merkel, hitti Dalao Lama herfyri.