Christian Lamhauge Holst var einasti føroyingurin, sum kom á vøllin í donsku Spuerliguni um vikuskiftið. Føroyski landsliðsleikarin sat uttanfyri allan dystin, tá Silkeborg í farnu viku vann á SønderjyskE.
Hesa ferð gekk ikki eins væl hjá nýggja venjaranum, Viggo Jensen. Silkeborg tapti 2-0 fyri OB. Christian Lamhauge Holst kom á vøllin seinasta korterið av dystinum.
Hallur Hansson var á bonkinum, tá AaB fríggjakvøld vann 1-0 á Randers. Liðskiparin og miðvallarkempan hjá AaB, Thomas Augustinussen, er klárur aftur eftir skaða, og han er frammanfyri Hall í røðini.
René Shaki Joensen var ikki í hópinum hjá Brøndby IF, sum vann 2-0 á AC Horsens.