Lamhauge er ivasamur

Ein av lyklaleikarunum á føroyska landsliðnum, Christian Lamhauge Holst, sat yvir tá føroyska landslið í dag vandi á Tórsvølli.

 

Landsliðið hevði í dag sína dagligu venjing á Tórsvølli. Millum gestirnar til venjingina var ongin minni enn FIFA-forsetin Sepp Blatter. Meðan leikararnir spældu bólt og Sepp Blatter helt talu sat ein maður uttanfyri.

 

Tað var Lamhauge maðurin úr Silkeborg IF, sum hevur ein skaða í rygginum. Hann hevði undan venjingini verið í svimjihylinum. Tað er ivasamt um hann verður tøkur til dystin fríggjadagin móti Svøríki.

 

Vónirnar eru, at Christian Lamhauge Holst, sum hevur verið ein av okkara bestu leikarunum í fleiri ár, verður tøkur.

 

Dysturin millum Føroyar og Svøríki verður fríggjadagin klokkan 17.00. Svenska liðið kemur ikki til Føroyar fyrr enn í morgin og venur á Tórsvølli í annaðkvøld.