Land í eygsjón

Tittil: Land í sjónum (Tíðartekstir)

Rithøvundur: Gunnar Hoydal

Forlag: Mentunnargrunnur Studentafelagsins

Bls.: 217

Kostnaður: 190 krónur

 

Ummæli


Herfyri gav Gunnar Hoydal út savn við heitinum »Land í sjónum«. Heitið kann skiljast uppá tveir mátar, at her er talan um eitt land, sum liggur í sjónum, og sum øll onnur lond, hevur hetta landið eisini tað at stríðast við, at tað er ein partur av eini størri heild. Men hvat er tað sum ger hetta landið sjónligt? Heitið kann eisini sipa til, at her er talan um eitt land við »visjónum«, ella í sjónini er eitt land í eygsjón - at vit her hava við eitt land at gera, sum akkurát er komið til sjóndar, bæði okkara áskoðan á landið Føroyar, og eisini, hvussu onnur lond síggja henda blettin á heimskortinum.

Tíðartekstir

Gunnar hevur valt at kalla savnið fyri tíðartekstir. Hetta er kanska eitt meiri rámandi heiti enn essay, tí at tekstirnir eru skrivaðir innan eitt tíðarskeið uppá tjúgu ár. Um hugsað verður um heildina, eru tekstirnir ikki í essayistiskari traditión, sum fyri tað mesta heldur seg til samtíðina ella nútíðina, heldur er hvør einstakur tekstur essayistiskur í sínum bygnaði.

Tann fyrsti tíðarteksturin er skrivaður í 1981 og tann seinasti í 2001. Um vit hugsa um tað sum er farið fram hesa tíðina, er niðurstøðan sólarklár. Hesi seinastu tjúgu árini hava uttan iva verið truplastu árini í nýggjari tíð. Vit kenna øll til evnini, ið Gunnar ber fram, so sum; bankakanningar, fiskaloysi, andaligt krimpilsi og ikki minst andaliga styrkina í føroyinginum, og tað áræði og dirvi sum hevur eyðkent føroyingin, serliga ta tíðina tekstirnir siga um - tíðina tá ið føroyingar livdu av lántum pengum og so at siga seldu sína sál og sítt likam til útlendskar lánveitarar, fyri síðan at fara rabundus. Eisini merkistíðin, tá ið føroyingar bardu seg upp úr aftur kreppuni, til tað vit eru nú, verður ljóskastarin settur á. Summi flýddu av landinum, onnur settu føtur í bekk, stríddust og strevaðust í nærum tíggju ár fyri at landið aftur skuldi gerast liviligt hjá øllum.

Ikki bara tað føroyska er motivið hjá Gunnari. Eisini tað samband vit hava við umheimin, og sum ger okkum til ein part av heildini, er við. At okkara ørsmáa land kann knýtast saman við restina av verðini, og uttan at bakka fyri nøkrum, so megnar Gunnar at draga heimsmentanina við, og hegnisliga flætta hana inn í tey heimligu og persónligu viðurskiftini, sum gera hesar tíðartekstir. Her er talan um eitt nú: Andesfjøllini, ommu sína í Keypmannahavn og ommu sína í Havn, Europeiskan samleika kontra føroyskan, sjónleik úti og heima, føroyskan arkitektur og nógv, nógv annað, sum líkasum bara er í heiminum.


Sinnisligir tilstandir

Sjálvandi er bókin sera subjektiv, men hetta er jú ein partur av stílinum, og tí er hon sera kenslurík. Tekstirnir ferðast nærum gjøgnum allar sinnisligar tilstandir, og tað ger, at eg sum lesari, kenni erligheitina í tekstunum. Tá ið eg lesi tekstirnar, havi eg tað sum tá ið eg hyggi niður í aldurnar, sum spakuliga bróta móti landi. Gunnar gevur lesaranum eina fína byrjan, har hann t.d. sigur frá um, hvussu hann upplivir tað heimliga umhvørvið. Síðani otar hann seg spakuliga út í heimin, ella aftur í tíðina, fyri síðani at samla byrjanina uppaftur, og við hesum pointerar støðuna, sum hann er í tá ið teksturin varð skrivaður. Hetta er sera væl úr hondum greitt, men kann kennast eitt sindur troyttandi, tá ið fimmogtjúgu tekstir av sama stíli eru lisnir - ein verður kanska hypnotiseraður úr tekstunum, fyri síðani at verða togaður inn í aftur tekstin av motivinum, og tí til tíðir so upprunakenda søgutilfarinum.

Land í sjónum er góður lesnaður, nevniliga tí at tíðartekstirnir eru so viðkomandi. Ivaleyst kann bókin eisini brúkast sum kjakforum, har ymiskar uppfatanir um mentan verða bornar fram, tí at nógvar eygleiðingar eru neyvar og raka seymin beint á høvdið. Við vón um at bókin verður lisin sum tíðartekstir, ella kanska ein tíðarskeiðsbók, ið líka stóran mun kastar ljós á Føroyar í komandi tíðum - eitt Føroyar í eygsjón.