Frá januar til november vóru 3.990 tons av flatfiski avreidd í Føroyum, og tað vóru 6,2 prosent meira enn somu tíð í fjør.
Prísurin var eisini eitt vet betur, so at avreiðingarvirðið var 11,6 milliónir krónur hægri enn somu tíð í fjør. Tað er ein vøkstur á næstan 13 prosent.
Tað eru serliga avreiðingarnar av havtasku, sum eru vaksnar í nøgd og virði farna árið, men framgongd var eisini við landinum av kalva og svartkalva.