Fyri góðari viku síðani stóð grein í Sosialinum, har partar av innihaldinum í sokallaða kreppupakkanum hjá landsstýrinum, kom undan kavi. Rættiliga gjøgnumgangandi var, at talan var um inntriv, ið geva landinum møguleika at taka til sín av tí sindrinum, kommunurnar fáa í dag.
Tvey dømi um tað, ið verða nevnd í blaðgreinini fríggjadagin 3. juli, eru partafelagsskatturin og nøkur av teimum gjøldum, strandfaraskipini leggja eftir seg í teimum havnum, tey brúka. Í báðum førum verður lagt upp til, at landið skal sleppa so snikkaleyst sum gjørligt, samstundis sum tað verða kommunurnar, ið skulu bløða.
Um vit bara taka partafelagsskattin, so fáa kommunurnar 38 prosent og landið 62 prosent av honum, sum nú er. Men í staðin fyri at rætta kommununum eina hjálpandi hond, nú landsstýrið við aðrari hondini áleggur kommununum alsamt fleiri uppgávur, ætlar tað við hinari hondini at taka tvey prosent aftrat í sín part, so tilsvarandi minni verður til kommunurnar.
At hetta inntriv kallast kreppupakki, er lætt at skilja, tí verður hetta framt í verki, er tað veruliga ein ítøkilig roynd at smyrja kreppuna upp á kommunurnar, sum frammanundan allar kenna sviðan av henni minst líka væl sum landsstýrið.
Tað tykist, sum at hóast kommunurnar eru í somu trupulleikum sum landið, so tykist landsstýrið bara lata eyguni aftur fyri hesum. Ikki er langt síðani, at Fíggjarmálaráðið almannakunngjørdi útrokningar, sum vístu, at kommunurnar í 2008 høvdu 330 milliónir krónur í undirskoti, men somu fólk, sum hava roknað hetta út, arbeiða nú beint ímóti hesi sannroynd.
Er hetta veruliga innihaldið í sokallaða kreppupakkanum, er talan um einki minni enn forkastiligan politikk, ið kemur at gera støðuna hjá kommununum munandi verri, bara tí pyntast skal upp á hallið hjá landinum. Og hjá teimum kommunum, har stórt vinnuligt virksemi er, tekur tað sera fast, og hjá onkrum fer tað óivað at kennast, sum verður teppið mestsum skrætt undan teimum.
Tað, sum hevur undrað meg nógv síðstu vikuna, er at eingin av kommununum hevur gjørt vart við seg og mutað ímóti. Her hugsi eg um partafelagsskatt frá bankum, tryggingarfeløgum, oljufeløgum og øðrum, sum fellur í Tórshavnar kommunu og verður javnaður millum allar kommunurnar eftir fólkatalinum.
Hetta er harmiligt, tí sleppur landið avstað við at taka frá kommununum, uttan at vit seta okkum greitt ímóti tí, kann tað verða so skjótt, at landsstýrið tulkar tað sum grønt ljós til at taka tvey prosent aftrat, so skjótt sum hallið hjá landinum bara er nóg ljótt – sektin á, hvussu tað so sær út hjá kommununum.
Vorðið sum kreppupakki, má sigast, um mergurin í honum skal vera at taka til sín frá kommununum, ið hava nóg mikið at stríðast við frammanundan. Samhaldsfesti er ikki til at fáa eyga á, men heldur er hetta »eg ein stóran, tú ein lítlan«-politikkur, tá hann er ringastur!