Landingarmiðstøðin á Tvøroyri er nú givin at taka ímóti fiski, ið er ætlaður at selja á gólvinum hjá Fiskamarknaði Føroya. Suðuroyarportalurin skrivar, at trongir fíggjarligir karmar og ein tungur rakstur hava ført til, at tær mest orkukrevjandi tænasturnar ikki eru tøkar longur.
Tað er mest útróðrarfiskur og onkuntíð eitt sindur av hjáveiðu frá størru fiskiførunum, sum Landingarmiðstøðin hevur tikið ímóti at selja á gólvinum.
Landingarmiðstøðin á Tvøroyri varð stovnað í 2002 og byrjaði at taka ímóti í desember í 2003.