Eyðgerð Mørkøre Kruse,lesandi
----
Las á Portalinum nú ein dagin, at løgmaður Kaj Leo Holm Johannesen vil hava, at kommunuskatturin verður lækkaður. Landsskatturin er farin niður, og tíðin er komin til kommunuskattin, sigur hann.
Onkuntíð plagar mann at taka til, at ringt er at blæsa og hava mjøl í munninum. Men eg vóni, at tað er hetta løgmaður hevur gjørt, og tískil hevur hann ikki hugsað seg um, tá hann skrivaði hesa útsøgn á Facebook. Eg rokni við, at tað eru nógv, sum ynskja at hava sum mest eftir at liva fyri, tá lønin kemur í hús hvønn mánað. At siga við sama munni, at vit skulu hava høga vælferð í Føroyum og, at kommunurnar skulu seta skattin niður, hongur ikki saman, tíverri.
Landið ætlar at leggja eldraøkið út til kommunurnar at umsita, og nógvir kommunalpolitikarar halda, at tað er eitt gott hugskot, men vísa á tað eigur at verða rætt borið at, tá hetta verður gjørt. Men sum eitt annað oraðfelli sigur: brent barn ræðist eld. Royndirnar hjá føroyskum kommunalpolitikarum er tann, at tá eitt økið verður lagt út, fylgir antin eingin peningur við (barnagarðsøkið) ella ov lítil peningur (barnaverndarøkið).
Inntøkubýtið millum land og kommunur er farið av sporinum, sigur løgmaður. Ja, tað kann vera nakað um tað, men hava landspolitikarar ikki ein stóran part av ábyrgdini av hesum? Tá tað manglar peningur í landskassanum, leggur mann avgjøld á vørur, og tá tað manglar peningur í kommunukassanum til bæði íløgur og eisini til tað lógarbundna, sum verður lagt út til kommunurnar at umsita, ja so er ikki annað at gera hjá einum býráði/bygdaráði enn at hækka skattin. Tað er heilt einfalt inntøka, sum ein kommuna hevur, og tað veit løgmaður eisini.
Eitt hvørt býráð/bygdaráð hevur ábyrgd at veita sínum borgara ávísar tænastur, og tað veit løgmaður eisini væl. Um tað er ein hugburður millum landspolitikarar, at kommunurnar brúka ov nógvan pening, og ikki veita sínum borgarum nóg góða tænastu, ja so hava landspolitikararnir møguleika at gera nakað við hendan trupulleika. Landsstýrið hevur eftirlit við øllum kommunum í Føroyum. Landsstýrið hevur møguleika at stinga ein politikk út í kortið, har landsstýrið vísir á, hvørjar skyldur mann ynskir, at kommunurnar røkja.Hetta við einum samskifti við kommunurnar.
Landsstýrið torir ikki at melda endaligt út og siga, at nú verður eldraøkið lagt út, og at tær kommunur, sum móttaka økið skulu hava eina ávísa stødd. Landspolitikararnir leggja økið út til kommunurnar at umsita, og vóna síðan, at kommunurnar sjálvar finna saman í størri eindir. Nógvar royndir hesum viðvíkjandi vísa, at tað hendir ikki í stóran mun.
Kommunalpolitikarar taka í nógvum førum við teimum skyldum, sum eru álagdar frá landspolitiskari síðu. Eitt er inntøkubýtið millum land og kommunur. Eitt annað er ábyrgdarbýtið millum somu partar. Tað gerst fløktar og fløktari fyri hvønn dag, og tað er ein trupulleiki, sum landsstýrið kann loysa saman við kommununum.
So harra løgmaður, saman hava vit ábyrgdina, sum lands- og kommunalpolitikarar av at loysa bæði tað skeiva inntøkubýtið millum land og kommunur, men eisini ábyrgdarbýtið millum somu partar. So tað er bara at finna arbeiðshandskarnar og tað góða arbeiðslagið fram fólkinum at frama.