LANDSDYSTIR OG ÚTTØKA TIL KVINNULANDSLIÐIÐ

Fyrri dysturin verður í Høllini í Kollafirði 24/11 kl 16, meðan seinni dysturin verður í nýggju høllini í Klaksvík 25/11 kl 15.

 

Væntandi er talan um 2 jøvn lið, so vit kunnu gleða okkum til tveir spennandi dystir.

 

Atgongumerkini til dystirnar eru eisini lutaseðlar. Høvuðsvinningur báðar dagarnar er ein flogferð við Atlantic Airways.

 

Kvinnulandsliðið kemur saman fríggjamorgunin. Tær skulu halda til á Eiði, har tær eisini venja.

 

Høvuðsvenjari er Sophus Dal-Christiansen, hjálparvenjari er Jakob Jónsson, liðleiðari er Eirikur Magnussen og fysioterapeut er Tina Jacobsen.

 

Íslendska liðið, ið telur 14 spælarar, kemur til Føroya við Atlantic Airways fríggjadagin. Tær halda til í Havn, men venja bæði í Hoyvík og Kollafirði. Stefán Arnason er venjari.

 

Liðini:

 

Føroyar

Ninna K. Hansen, StÍF

Anja Heinadóttir, Neistin

Unn Kragesteen, Neistin

Fríða Petersen, Neistin

Rakul Augustinussen, Neistin

Ása Dam á Neystabø, Neistin

Joan M Djordevic, Stjørnan

Durita Christophersen, Stjørnan

Una Olsen, Stjørnan

Fríða Marjunardóttir, VÍF

Tomma Petersen, VÍF

Jacklin Djurhuus, Kyndil

Simona Hansen, Freja

Erla Eliassen, Sindal

Annika Ljósstein, Fredericia

 

Ísland

Guðrun Ósk Mariasdóttir, Grótta

Oløf Kolbrún Ragnarsdóttir, HK

Arna Erlingsdóttir, Akureyri

Brynja Magnusdóttir, HK

Ester Óskarsdóttir, Akureyri

Hildur Thorgeirsdóttir, FH

Jóna Sigríður Halldórsdóttir, HK

Karen Knútsdóttir, Fram

Karólina Gunnarsdóttir, Grótta

Kristín Collins, Valur

Rebekka Rut Skúladóttir, Valur

Stella Sigurðardóttir, Fram

Sunna Einarsdóttir, Fylkir

Sunna Jónsdóttir, Fylkir