Landsinnsavningin beinleiðis á KVF 27. oktober

Fylg við á KVF sunnukvøldið 27. oktober kl. 19:00, tá árliga landsinnsavningin hjá Reyða Krossi verður send beinleiðis úr Fiskastykkinum í Sandavági

Landsinnsavningin er ein møguleiki hjá okkum øllum – fólki og fyritøkum - at savna pening til at hjálpa, har neyðin er størst – bæði her heima og úti í heimi. Við at lata eina peningaupphædd kanst tú vera við til at gera veruligan mun

 

Fyritøkur, feløg og kommunur kunnu fáa stuðulsupphæddina vísta á rullandi breddanum, sum verður at síggja niðast á skíggjanum undir allari sendingini. Fyri at tryggja sjónligheit frá byrjan av sendingini, skráset endiliga stuðulin longu nú á www.redcross.fo/fyritøkur

 

Í sendingini verða rørandi samrøður og innsløg um hjálpararbeiðið, undirhald og tónleikaframførslur við eitt nú Vágaverk, Guðrið Hansdóttir, Jasmin og Beinir

 

Les meira um landsinnsavningina og hvussu tú kanst stuðla á

 

https://redcross.fo/studla/landsinnsavningin/