Paul Watson biðið um politiskt friðskjól í Fraklandi

Paul Watson, sum er varðhaldsfongslaður í Grønlandi, biður Macron forseta geva sær politiskt friðskjól

Paul Watson biður nú forsetan í Fraklandi, Emmanuel Macron geva sær politiskt friðskjól.

 

Paul Watson situr í løtuni fongslaður í Grønlandi, har hann varð handtikin í juli.

 

Tað hendi í Nuuk við støði í handtøkuboðum úr Japan.

 

Umbønin um friðskjól varð send til Macron fyri nøkrum døgum síðani, skrivar franska tíðindastovan AFP.

 

Tað hendi í einum brævi, sigur Lamya Essemlali, sum stendur á odda fyri aktivistabólkinum Sea Shepherd Frankaríki.

 

Paul Watson hevur áður verið í hesum bólkinum.

 

Tann 2. oktober longdi dómstólurin í Grønlandi fongsulsrevsing hansara til 23. oktober.

 

Tað er løgmálaráðið í Danmark, sum skal taka støðu til, um Watson skal útflýggjast til Grønlands.

 

Harumframt hevur Watson fingið loyvi frá Procesvillingsnævnet til at fáa málið um fongsulsrevsingina roynt í hægstarætti.

 

Enn er ikki ein dagfesting fyri, nær tað hendir.

 

/Ritzau/