Landsinnsavningin leygardagin 30. mai var sera væl eydnað. Uppteljingin er í gongd, og sjálvt um allar bússurnar ikki eru upptaldar hava vit nú eitt fyribils úrslit. Landsinnsavningin náddi til flestu bygdir í Føroyum. Enn eru nøkur støð eftir, sum ikki eru upptald, men fyribilsúrslitið er kr. 428.145,-, sigur Blái Krossur í tíðindaskrivi.
Hjalmar Hansen, aðalskrivari, metir, at tær bússur, sum enn eru eftir, fara at økja talið við umleið 50.000,-. Umframt hetta vænta vit stuðul frá einstaklingum og fyritøkum. Tá avtornar vænta vit, at úrslitið verður umleið 500.000,-
Blái Krossur fegnast um ovurhonds góða úrslitið, sum heilt sikkurt fer at gera mun. Eisini takka vit fyri alla hjálp og allan stuðul í sambandi við innsavningini.
EIN TØKK
Blái Krossur vil við hesum takka:
- Øllum bússuberum, sum hava samlað inn
- Øllum teimum, sum hava latið pening til Landsinnsavningina
- Øllum fyritøkum, sum hava stuðlað innsavningini
Endaliga úrslitið verður kunngjørt her á síðuni, tá seinastu bússurnar eru taldar.
Eik hevur staðið fyri uppteljingini av landsinnsavningini, og hevur verið talt upp í Eik í Havn, Runavík og Klaksvík.
Enn ber til at stuðla
Tað ber til at flyta eina peningagávu í peningastovninum. Kontunummur standa niðast. Vinarliga viðmerk flytingina ?Landsinnsavning?
Kontunummur:
Eik Banki: 9181 - 495.393.4
Føroya Banki: 6460 419.693.9
Norðoya Sparikassi: 9865 - 101.533.2
Suðuroya Sparikassi: 9870 - 405.626.5