Norðurlandaráðið hevur ársfund í Reykjavík hesa vikuna og føroyingar eru væl mannaðir.
Umframt teir báðar limirnar í Norðurlandaráðnum, Ruth Vang og Jenis av Rana, og Kára P. Højgaard, formann í útnorðurráðnum, fóru skrivarar og onnur frá almennu umsitingini til Íslands í gjár.
Í dag fara løgmaður og fleiri landsstýrisfólk til ársfundin, sum verður hildin í Hørpuni.
Flestu landsstýrisfólkini nýta høvi at hitta aðrar ráðharrar hesar dagarnar, umframt at vera á ársfundinum. Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum nýtir millum annað høvi at hitta danska og íslendska starvsfelaga sín, umframt danska undirvísingarmálaráðharran og íslendska kringvarpsstjóran.
Hon verður eisini til staðar, tá norðurlendsku heiðurslønirnar verða handaðar í Hørpuni í annakvøld.