Leygardagin 4. juni kl. 10-17 skipa SSB-skótarnir og Landssjúkrahúsið fyri einum tí størsta loppumarknaðinum, sum enn er sæddur, í veitsluhøllini á Landssjúkrahúsinum
Goymslurnar á Landssjúkrahúsinum eru á tremur við ymsum lutum, sum hava hópað seg upp gjøgnum eini 30 ár. Sumt er burturkast. Men nógv er í besta standi, men hóskar ikki til dagsins sjúkrahúsrakstur. Samstundis vantar gulu skótunum í Havn pening til virksemi teirra.
Partarnir hava nú funnið saman í eitt samstarv, sum bøtir um trupulleikarnar hjá báðum pørtum. Skótarnir, t.v.s. leiðarar og foreldur, fara nú í vikuni undir at rudda út úr kjallaragoymslunum undir Landssjúkrahúsinum. Og alt, sum er nakað vert, verður sett til sølu á landsins størsta loppumarknað, sum verður í veitsluhøllini á Landssjúkrahúsinum komandi leygardag, tann 4. juni, frá kl. 10.00 til kl. 17.00.
Uppboðssøla verður eisini. Kl. 14.00 leygardagin verða teir mest virðismiklu lutirnir seldir á uppboði.
Talan verður um ein rættiligan familjudag, har foreldrini kunnu gera kvettið, og børnini kunnu hugna sær við hoppiborg, ballónum, pop-corn og candy-floss o.ø., sum skótarnir selja.
Millum tað, sum verður selt, eru bæði lutir, sum kunnu hava áhuga sum minni um farnar tíðir og lutir og tól, sum eru fult nýtilig og hava stórt virði. M.a.:
Rustfríur kølidiskur, 2 næstan nýggj stinkskáp, køksføt og køksíløt í rustfríum stáli, grýtur og pannur, seingjarborð, arkitektalampur, skrivimaskinur, avlagdir sjúkramøblar, avlagdir møblar frá uppihaldsrúmum og skrivstovum, gamlar hurðar úr massivari eik, ein rúgva av postalíni í góðum standi, hyllar og hyllaskipanir, køksmaskinur (s.s. pálegsskerari, kaffikókari o.a.), vask, kranar, kummur, ymiskir gamlir lutir, sum hava verið nýttir til viðgerð og kanningar, t.d. ein persónsvekt av tí gamla slagnum, læknabriksir, metalkrakkar, neyðlyktir, stálbekkin, oyra- og nasasproytur og mangt annað. Ein bilur av merkinum, árgang koyrt km verður eisini seldur á uppboðssøluni.
Yvirskotið verður býtt millum Landssjúkrahúsið og SSB-skótarnar. (Bilurin er tó undantikin, har verður einans inntøkan oman fyri minsta boð býtt.)